Verð fremst við vitlíkis-amboðunum í Microsoft 365 App’unum, t.d. Word, PowerPoint, Excel, Outlook….
Tú fert at læra stórvirknu Microsoft Copilot 365-funkurnar, sum fara at spara eina rúgvu av tíð og vera ein stór hjálp í dagliga arbeiðinum.
Skeiðið
Við Microsoft Copilot 365 kanst tú bert við at birta (Promta) gera og betra um tíni Wordskjøl og gera og betra um tínar PowerPoint-framløgur, umframt at taka snarvegir til avanseraðu formlarnar og pivot-funkurnar í Excel. Hetta er ein heilt nýggj verð, sum fer at gera arbeiði hjá tær munandi lættari!
Virkisføri hjá hesum nýggju amboðunum økist viku fyri viku. 🤩
Á hesum skeiðinum lærir tú bæði at brúka nýggju Copilot 365-funkurnar umframt perspektivering mótvegis øðrum vitlíkisamboðum og menningarmøguleikum.
Copilot 365 brúkar motorin frá ChatGPT, men verjir tínar dátur, so hesar ikki verða brúktar til at venja forriti ella at tínar dátur á annan hátt koma út úr tínari fyritøku. Tann tætta sameiningin millum tær sterku funkurnar í Office – forritunum og ChatGPT geva heilt nýggjar møguleikar, sum ongin av amboðunum hava havt fyrr á so høgum støði.
Skeiðið vendir sær fyrst og fremt til verandi brúkarar av Office 365/ Microsoft 365.
Kjarnuøki
Copilot 365 í Word: Vit royna tær sterku funkurnar til tekst-framleiðslu og –betringar við grundarlag í eini birtu (Promt)
Copilot í PowerPoint: Vit fara at uppbyggja framløguna frá grundini við grundarlagið í eini birtu (promt), umframt at betra bæði nýggjar sum gamlar framløgur út frá stuttum tekst-leiðbeiningum til vitlíki.
Copilot í Excel: Vit fara á rundferð í øllum teimum mongu sterku amboðunum til dátuanalysur við leiðbeiningum úr dagligdags talu og uppliva saman, hvussu formlar, pivot, datavisualiseraningar vm. ongantíð áður hava verið lættari og meira produktivar.
Copilot 365 út frá breiða perspektivinum: Vit skeita skjótt í nýggju vitlíkis-funkuna í hinum Office-forritunum og lúra eitt sindur inn í framtíðina eftir, hvat er mest upplagt fer at henda, út frá vitanini um núverandi funkurnar í nýggjastu og mest avanseraðu útgávu av ChatGPT.
Hettar skeiðið er fyrst og fremst til Office 365/ Microsoft 365 brúkarar.
Fyritreyt
Skeiðið er ment við tí fyri eyga at geva tær góðan íblástur, at lyfta tínar førleikar og at bjóða tær virðisskapandi “Quick wins”, sum tú fært gleði av beinanvegin í tínum arbeiðsdegi beint eftir lokið skeið. Vit vænta, at tú hevur eina grunnleggjandi vitan um 365-útgávurnar av Word, PowerPoint og Excel, – og vit kunna lovað tær eitt førleikalyft, hóast tú ert yvir grundniveau.
Sami prísur sum í Danmark 🤩
Harumframt sparir tú bæði tíð og pening til ferðing og gisting 😍
Microsoft 365 Copilot
Ein stutt lýsing av skeiðinum frá skeiðsleiðaranum 😃👇👇
Ein stutt lýsing av hvat Microsoft 365 Copilot kann 👇👇👇
Kåre hevur drúgvar royndir sum undirvísari og er við sínum pedagogiska lindi sera væl dámdur. Hann er útbúgvin grafikari og hevur ein 3 ára yvirbygning í medieproduktión og leiðslu frá Den grafiske Højskole (í dag Danmarks Medie- og Journalilsthøjskole).
Hann hevur arbeitt á økinum síðani 1995. Síðani 2000 sum undirvísari og konsulentur. Hann hevur drúgvar royndir í m.a. Microsoft, Google, Apple og Adobe umframt stóra fakliga vitan innan Excel og Microsoft 365. í 2022 kastaði hann seg yvir AI-tænastur og hevur undirvíst yvir 1.000 tímar í ChatGPT, Google Gemini, Microsoft 365 og øðrum AI-tænastum.
Certificeringar
Adobe Certified Expert
Enfocus Certified Trainer
Cacidi Certified Consultant
Sergrein
InDesign
FrameMaker
Acrobat
PDF workflow
Litstýring
XML
Hann tosar harafturat flótandi italienskt:)
Innihald
Modul 1: Copilot 365 í Word og PowerPoint
Skjalaframleiðsla: Lær at gera nýggj Word-skjøl út frá eini birtu(promt) skriva á vanligum talimáli og hvussu PowerPoint hevur somu møguleikar at gera framløgur.
Skjalabetran: Royn tær mongu møguleikarnar at umskriva og betra verandi tekstir, so sum hvussu tú út frá eini birtu(promt) kanst gera tabellir og samandráttir m.a. út frá innihaldinum í Word.
Lyft framløguna: Fá hjálp til at betra um strukturin í verandi framløgum við grundarlagi í “samskifti” við Copilot 365.
Modul2: Copilot í Excel umframt í tí breiða høpinum.
Visualisera tínar dátur við eini birtu(promt): Finn snarleiðir til viðkomandi diagramm út frá egnum dátasetti. Sortera og filtrera lættari enn nakrantíð: Spar tíð og njót hjálpina frá tínum vitlíkishjálpara.
Ger formlar út frá skrivaðum vegleiðingum í vanligum talimáli: Aldrin áður hevur tað verið so lætt at samanseta rætta formilin til grundleggjandi og avanseraðan tørv í Excel.
Tað breiða perspektivi: Copilot 365 finst eisini í Outlook, Teams og OneNote – og funktonaliteturin í øllum Office forritunum økist viku fyri viku. Vit fara á eina skjóta rundferð og fáa okkum eitt prát um perspektivini bæði stutt- og langsiktað.
Teldu við
Til hettar skeiðið skal tú hava egna teldu við. Teldan skal hava Copilot innlagt.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!