Search by
Loading Events
Skeið 24. oktober 2024

ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd

24. oktober 2024
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
1. oktober 2024, 00:00
Áarvegur
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
2.999,- u/mvg.
Kostnaður
Melda til

Eru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði?

Ella kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið.

 

Kom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er

Vitlíki, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur.

Á skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um, hvat vitlíki er, og hvat tað kann brúkast til.


Vit leggja serliga dent á ChatGPT

Skeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí.


Brellbitar úr skránni: 

✅ Um vitlíki

✅ ChatGPT

✅ Bard (AI assistenturin hjá Google)

✅ Microsoft Copilot

✅ Lóggáva

✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda


Kom á skeið og lær eina rúgvu um, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.

 

Eitt sera gott og viðkomandi skeið har vit blivu presenteraði fyri nýggjari tøkni. Tað var serliga gott, at vit fingu góða frágreiðing áðrenn skeiðið og kundu fáa okkum appini á tlf.

– Luttakari november 2023

10 stjørnur til skeiðið sum heild, til undirvísara, tænastu, hølir og mat!

– Luttakari november 2023

Frálíkt skeið ! Undirvísarin var livandi og sera góður. Ilt at siga, hvat var serliga gott, haldi alt var gott!

– Luttakari november 2023

Eitt sera gott og áhugavert skeið, har skeiðshaldarin dugdi sera væl at leggja fram og halda áhugan! Sera góður undirvísari!

– Marjun Lützen, Javni

Gott skeið, sum kom væl runt í ymiskum chatbottunum, lóggávu, framtíðartøkn v.m. Har var góð variatión í innihaldinum, so man keddi seg ikki. Ein góður máti at fáa størri innlit í vitlíki.

– Doris Djurhuus, Miðnám á Kambsdali

Sera góður og spennandi fyrilestur, og sera viðkomandi fyri framtíðina. Sjálvt evni var spennandi, og tað at undirvísarin helt evni uppímóti, hvussu smart amboð tað er og samstundis taka tað etiska, skullu vit lata ein teldurobott stýra, hvat vit svara og gera.

– Fróði Berbisá , Strandamáling

En knastør jurist møder Anders Matthesen - så har man Brian :D - 10 stjerner!

– Tanya Møller, Landsbókasavnið

Eg haldi, at tey allarflestu, sum ikki hava roynt ChatGPT, høvdu havt gott av hesum skeiðnum.

– Luttakari 2024

Testaði eina arbeiðsuppgávu, sum eg júst havi gjørt. ChatGPT kundi hjálpa mær við at reducera tíðarforbrúkið frá 2 t til ca 5 min

– Luttakari 2024

Details

Date:
oktober 24
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.999,00
Event Categories:
, , , ,

Venue

Hotel Hafnia
Áarvegur
Tórshavn, 100 Faroe Islands
Phone
313233
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
ChatGPT og AI (vitlíki)
kr. 2.999,00
49 available