Search by
Loading Events
Skeið 25. november 2025

ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd |

25. november 2025
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
11. november 2025, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
Danskt
Undirvísingarmál
2.999,- u/mvg.
Kostnaður
Melda til

 

Eru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði?

Ella kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið.

 

Kom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er

Vitlíki, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur.

Á skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um, hvat vitlíki er, og hvat tað kann brúkast til.


Vit leggja serliga dent á ChatGPT

Skeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí.


Brellbitar úr skránni: 

✅ Um vitlíki

✅ ChatGPT

✅ Gemini (AI assistenturin hjá Google)

✅ Microsoft Copilot

✅ Lóggáva

✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda

 

“Um tú ikki fylgir við tøknini, so er skjótt at blíva erstattaður, við onkran sum brúkar tað”

Matilda Hanusardóttir, Norðvask

 

“Eg havi nú eitt betur yvilit yvir vitlikismøguleikar, sum eg kann brúka her og nú. Eg havi eisini eina mynd av, hvar vitlíkið er á veg til.”

Ása Andreasen, Barnaverndartænastan

 

“Stórsta Aha upplivingin hjá mær var hvussu nógv AI longu er runt um okkum, sum eg ikki havi hugsa er AI. Og so allir teir óendaligu møguleikarnir sum eru. Hvussu nógv meira effektivt, summar arbeiðsuppgávur kunnu gerast.”

Luttakari mai 2025


Kom á skeið og lær eina rúgvu um, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.

 

Eitt sera gott og viðkomandi skeið har vit blivu presenteraði fyri nýggjari tøkni. Tað var serliga gott, at vit fingu góða frágreiðing áðrenn skeiðið og kundu fáa okkum appini á tlf.

– Luttakari november 2023

10 stjørnur til skeiðið sum heild, til undirvísara, tænastu, hølir og mat!

– Luttakari november 2023

Frálíkt skeið ! Undirvísarin var livandi og sera góður. Ilt at siga, hvat var serliga gott, haldi alt var gott!

– Luttakari november 2023

Eitt sera gott og áhugavert skeið, har skeiðshaldarin dugdi sera væl at leggja fram og halda áhugan! Sera góður undirvísari!

– Marjun Lützen, Javni

Gott skeið, sum kom væl runt í ymiskum chatbottunum, lóggávu, framtíðartøkn v.m. Har var góð variatión í innihaldinum, so man keddi seg ikki. Ein góður máti at fáa størri innlit í vitlíki.

– Doris Djurhuus, Miðnám á Kambsdali

Sera góður og spennandi fyrilestur, og sera viðkomandi fyri framtíðina. Sjálvt evni var spennandi, og tað at undirvísarin helt evni uppímóti, hvussu smart amboð tað er og samstundis taka tað etiska, skullu vit lata ein teldurobott stýra, hvat vit svara og gera.

– Fróði Berbisá , Strandamáling

En knastør jurist møder Anders Matthesen - så har man Brian :D - 10 stjerner!

– Tanya Møller, Landsbókasavnið

Eg haldi, at tey allarflestu, sum ikki hava roynt ChatGPT, høvdu havt gott av hesum skeiðnum.

– Luttakari 2024

Testaði eina arbeiðsuppgávu, sum eg júst havi gjørt. ChatGPT kundi hjálpa mær við at reducera tíðarforbrúkið frá 2 t til ca 5 min

– Luttakari 2024

Kann viðmæla skeiðið til øll. Tí vitlíkið kann svara uppá næstan alt innan allar bransjur og so er tað eisini gott til spurningar innan títt privatlív.

– Ása Andreasen , Barnaverndartænastan

Eg hugsi heilt sikkurt at viðmæla fleiri av mínum starvsfelagum hetta. Tí eitt nú, ferð nógv tíð av til at svara teldupostar um bíleggingarskipanina. Har kundi man set ein chatbot til at svara teimum spurningunum sum ganga aftur.

– Luttakari 2025, Alment

Eg havi fingið eina breiðari vitan um ymisku chatbottarnir, um fyrimunir og vansar. Komi at hugsa meg betri um og verða skarpari við mínum spurningum til bottin.

– Bill Mc. Leod Jacobsen, Psykiatriski depilin, landssjúkrahúsið

"Eg havi bara fingið aha upplivingar"

– Mathilda Hanusardóttir , Norðvask

Hvat hendir við tí informatiónini, sum vit fóra cattinum við. Hvussu týdningarmikið tað er at hava fokus á GDPR.

– Luttakari 2025

Eg havi fingið eitt yvirordna størri forstáðilsi fyri vitlíkið. Havi brúkt tað til nakrar basis uppgávur. Men fari heilt sikkurt at brúka tað meira, nú eg havi lært um tað.

– Luttakari 2025

Details

Date:
november 25
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.999,00
Event Categories:
, , , ,

Venue

synergi
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 188 Faroe Islands

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
ChatGPT
kr. 2.999,00
Unlimited
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.