Search by
Loading Events
Skeið 27. mai 2024

AI boost | Til fíggjardeildir, kontrolling og “business support”

27. mai 2024
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
10. mai 2024, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
15 luttakarar
8 pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
6460,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Vitlíki sum virkisstuðul í fíggjardeildum

Fá ferð á við nýggjastu vitlíkistøknini, ið hevur tikið heimin við stormi seinasta árið. Kom og fá grundleggjandi vitan um, hvussu framkomin Ai-tøkni kann brúkast í fíggjarverðini.

Hetta er eitt nýtt skeið, har tú kanst nema tær vitan um ta nýggju generativu vitlíkis tøknina, og um hvussu tú/tit koma í gongd við at arbeiða við henni á fíggjardeildum, kontrolling og innan “business support”.

Við Generativ AI kann teldan eitt nú koma við nýggjum tølum, tekstum, myndum og eisini loysa trupulleikar, við at brúka ta vitan, sum teldan longu hevur frá eksisterandi data.
Tú fært grundleggjandi trygd í brúk og atgongd til, hvussu tú á bestan hátt nýtir tøknina í tínum virki.

 

Hetta fært tú burturúr… 

Eftir AI Boost hevur tú eitt grundleggjandi innlit í, hvat Generativ AI kann nýtast til, og hvat tú skalt vera varug/ur við í mun til nýtsluna.

Tú verður betur før/ur fyri at kunna eyðmerkja, hvat tú eigur at fara í gongd við, og hvat kann verða ein hjálp í gerandisdegnum. Umframt tað fært tú kvalifiseraða sparring uppá hugskot og loysnir.

AI boost gevur eisini eina innleiðslu í, hvussu tú arbeiðir við einum privatum, virkissermerktum modelli.

 

Málbólkur

Skeiðið vendir sær m.a. til leiðarar, millumleiðarar og kontrollarar, sum arbeiða innan fíggjarviðurskifti, leiðarar og seniorar á fíggjardeildum og fólk, sum arbeiða sum “business supportarar” og fólk, sum arbeiða innan fíggjarstýring.

 

Uppá bert ein dag fært tú….

  • Eina grundleggjandi vitan um, hvat umskapandi vitlíki (generativ AI) kann brúkast til í fíggjarverðini
  • Fingrarnar í ítøkiligar birtuvenjingar (prompting)
  • Innlit í, hvat tú skal vera varug/ur við í mun til brúk.
  • Førleika at eyðmerkja hvat AI tit eiga at seta í verk, sum kann gera gerandisdagin lættari.
  • Vitan um hvat tú ikki skalt rokna við at AI ordnar fyri teg

 

Heili 2 undirvísarar til max 15 fólk

Hetta skeiðið hevur heili 2 undirvísarar og tað sleppa í mesta lagi 15 fólk við á skeiðið, so vit mæla til skjóta bílegging.

Details

Date:
mai 27
Time:
09:00 - 16:00
Cost:
kr.6.460,00
Event Categories:
, , , , , , , ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
AI boost
kr. 6.460,00
8 available