Skalt tú hava talgilda rokning?

Allir almennir stovnar, onkrar kommunir og nakrar privatar fyritøkur, ynskja nú at fáa talgildar rokningar. Tí hava vit ment eina tilmeldingarskipan, sum sendir talgildar rokningar automatiskt.

Tú – sum luttakari – fært eina tilmeldingarváttan og bókhaldarin hjá tær fær rokningina. Men tú mást útfylla GLN nr. – ella velja títt arbeiðspláss í okkara lista – fyri at bókhaldarin skal fáa rokningina talgilda.

GLN nummar er eitt nummar, sum førir rokningar beinleiðis til bókhaldið.

Sí videoklippið hvussu tú skal gera.

Legg til merkis, at vit hava (næstan) øll GLN nummur skrásett í okkara skipan, men hevur tín fyritøka/kommuna/stovnur júst fingið eitt GLN nr., er ikki vist, at vit hava fingið tað skrásett her hjá okkum. So mást tú geva okkum eitt praj.

Sí her, hvussu tú skalt gera >>

 

 

 

Hevur tú spurningar ella ert í iva um eitthvørt, ert tú sera vælkomin at venda tær til okkara. So hjálpa vit fegnar.