Skeið fyri system-administratorar!
Sum system-administrator, eigur tú at læra teg at brúka Windows PowerShell væl. Ordiliga væl. Jú betur tú kennir PowerShell, jú meiri tíð sparir tú og jú effektivari verður tú.
Tað verður simpulthen stuttligari at fara til arbeiðis. Eitt nú kanst tú fáa PowerShell at gera tær keðiligu uppgávurnar, sum tú fyrr mátti taka tær av meiri manuelt.
Kom á skeið 29. apríl – 3. mai 2019
Kom og ger Windows PowerShell til tín besta vin á arbeiðinum!
PowerShell kemur ístaðin fyri kommandopromtin
PowerShell er eitt sera kraftmikið amboð, sum fer at erstatta kommandopromtin. Við PowerShell fært tú meiri kontrol yvir operativsystemið Windows.
Luttekur tú á okkara skeiðið um Windows PowerShell, so fara tú og PowerShell at verða besti vinir framyvir:)
PowerShell | Open Source
Windows PowerShell er mennt av Microsoft, fyri at tú lættari kanst automatisera ymisk arbeiði í Windows. Tað er tó eitt open source amboð og kann innstallerast á bæði Windows, Mac og Linux platformar.
Lær at automatisera
– keðiligar –
administratiónsuppgávur
Microsoft hevur mennt PowerShell sum eitt amboð, sum hjálpir tær at automatisera ymiskar – keðiligar – administratiónsuppgávur.
Dømi um hvat tú kanst brúka PowerShell til
- Tú kanst t.d. brúka PowerShell til at vísa allar USB-eindir, sum eru innstalleraðar á einum ella fleiri teldum í einum netverkið.
- Ella tú kanst brúka tað til, at gera eina tíðarkrevjandi uppgávu aftanfyri, meðan tú gert annað arbeiði.
- Tú kanst eisini eyðmerkja og “drepa” processir, sum ikki reagera.
- Og filtrera specifikkar upplýsingar um teldur í einum netverki og eksportera tað í td. HTML-format.
Nýt PowerShell saman við Active Directory
Ert tú netverksadministartor, so kanst tú eisini at brúka PowerShell til at hjálpa tær við tínum arbeiði við Active Directory. Tað inniheldur fleiri hundrað kommando’ir, sum kallast cmdlets og tí kann PowerShell brúkast til at gera teg meiri produktivan.