Frøkun Striks

20. juni 2018

Frøkun Striks tekur sær av øllum, sum vit vanliga skriva við smáari skrift. Eitt nú gjaldstreytum og viðskiftatreytum yvirhøvur. Tað er eisini hon sum sendir áminningar vm.

Hon kann virka eitt sindur styg, men eisini onkuntíð eitt sindur næsadjørv og smásár.

Í veruleikanum er hon eitt skrín, ja, av fittastu fólkum. Og hon heldur stýr á øllum rokningum og bókhaldinum her hjá okkum. Hon hevur arbeitt við slíkum uppgávum í skjótt 90 ár. Man kann næstan siga, at hon uppfann bókhald og rykkjarar.

Frøkun Striks kann annars verða ring (les: ómøgulig) at fáa fatur á pr. telefon.

Men send eini boð til hana umvegis eina av hinum hjá Synergi, so fært tú svar ordiliga skjótt.