Ása Andreasen (í farloyvi)

12. mai 2018

Ása stovnaði Synergi saman við Anniku í 2003. Hon er útbúgvin sosialráðgevi og hevur eisini arbeitt nøkur ár sum sosialráðgevi í Danmark. Í 1998 flutti hon saman við familjuni til Føroya. At byrja við arbeiddi hon hjá Føroya Arbeiðarafelag og síðani sum starvsfólkaleiðari á Føroya Tele í nógv ár.