Annika Andreasen
Annika er útbúgvin skrivstovukvinna hjá Landsverkfrøðinginum og hevur diplomútbúgving í leiðslu. Hon arbeiddi í 5 ár hjá Flogfelag Føroya/SMS Turist. Síðani fór hon til Smyril Line, har hon fekk ábyrgdina at byggja upp nýggja flogdeild. Hon var leiðari á flogdeildini í 9 ár og fór síðani at arbeiða á marknaðardeildini, har hon hevði ábyrgdina av marknaðarføringini í Týsklandi, Danmark, Íslandi, Noregi vm. og var eisini verkætlanarleiðari í sambandi við útsmykking av nýggju Nnorrønu. Annika var á Smyril Line, til 2003, tá Ása og hon settu Synergi á stovn.