OSS – ÚSSM
Her á síðuni svara vit uppá ofta spurdir spurningar í sambandi við útbúgvingina fyri skrivstovufólk, samskiparar & móttøkufólk.
Stórur áhugið er fyri útbúgvingini, tað sæst m.a. á talinum á vitjandi á heimasíðuni. Harafturat fáa vit nógvar spurningar um útbúgvingina. M.a. niðanfyrsitandandi. Hevur tú onkran spurning, so ring (322355) ella send okkum ein teldupost (asa@www.synergi.fo). Tað ber eisini til at senda okkum ein fyrispurning á Facebook.
OSS # 1 | Skal eg gjalda alt beinanvegin?
Um tað ikki liggur fyri hjá tær at gjalda alt áðrenn útbúgvingin byrjar, so skalt tú ikki setast aftur, um hetta er tað tú ynskir tær. Møguleiki er sjálvandi fyri eini gjaldsavtalu, um tað ikki ber til at gjalda alt í einum, tó skal útbúgvingin verða goldin áðrenn seinasta undirvísingardag.
OSS # 2 | Tað er so langt síðani, eg gekk í skúla
Eingi serstøk krøv eru at sleppa at luttaka. Útbúgvingin er gjørd á ein slíkan hátt, at øll kunnu vera við, eisini um tað er langt síðani, tú hevur gingið í skúla. Eingin verður kroystur til nakað, man ikki sjálv/ur vil. Umhvørvið er sera heimligt og siga hinir luttakararnir, at teir hava følt seg sera væl tilpass. Alt tilfarið er á donskum. Tó eru tveir av undirvísarunum føroyingar og hinir báðir eru danir, sum hava verið ofta í Føroyum og undirvíst fyri Synergi.
OSS # 3 | Skal man til próvtøku?
Tú avgerð sjálv, um tú fert til próvtøku. Fert tú ikki til próvtøku, fært tú í staðin eina váttan um, at tú hevur luttikið. Vit mæla tó øllum til, at fara til próvtøku, tí próvtøkan er at meta sum ein partur av útbúgvingini, har tú fært grundfest tað, tú hevur lært.
OSS # 4 | Hvør annar luttekur?
128 glaðir luttakarar hava tikið útbúgvingina og hava tað verið skrivarar, móttøkufólk, skrivstovufólk og samskiparar frá eitt nú BankNordik, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum, Tjarnargarði, Rúsdrekkasølu Landsins, IRF, Fiskiveiðueftirlitinum, Umhvørvisstovuni, Tórshavnar Kommunu, Sjóvar Kommunu, Nærverkinum, Taks, Ílegusavninum, NSR Suður, Eik Banka, Hoyrnini, Skyn, Landssjúkrahúsinum, Tryggingarfelagnum Føroyar, Kósini, Skansi Offshore, Føroya Tele, Ríkisumboðnum, Skyn, Vága Kommunu, Býarbókasavninum, Havnar Handverkarafelag, Yrkisdepilinum, Dugna, Havsbrún v.m.
OSS # 5 | Er nógv at lesa?
Útbúgvingin er gjørd soleiðis, at tú kanst arbeiða fulla tíð og lesa samstundis. Tað eru 6 lærubøkur, sum eru millum 50 og 100 síður. Undirvísingarbøkurnar eru danskar.
Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.