OSS | MiniMBA

Les alt um útbúgvingina her >>

#1 Hvussu nógva tíð skal eg rokna við at brúka uppá MiniMBA?

Ivast tú í, um tú hevur stundir at taka eina MiniMBA, so kann eg upplýsa, at tú skalt rokna við hesari tíðarnýtsluni >>

  • 6 undirvísingardagar yvir ½ ár | kl. 09.00-17.00
    Fyrsta dagin byrja vit kl. 8.00.
  • Tú skalt lesa 6 viðurkendar leiðslubøkur á 2-300 síður
  • Millum undirvísingardagarnar
    • Tú skalt loysa eina minni uppgávu | 1-3 tímar
    • Bólkaarbeiði | 2-3 tímar
      Uppgávan og bólkaarbeiði kunnu loysast um eina leið.

Les alt um útbúgvingina her >>

#2 Skal eg til próvtøku?

Próvtøkan er valfrí og er í 2 pørtum.

  • Multiple choice uppgáva, sum skal loysast uppá 20 min. Tú fært eina leinkju sendandi og svarar heimanífrá.
  • Skriftlig uppgáva á 5-6 síður. Tú fært uppgávuna sendandi umvegis teldupost og fært 3 vikur til hana.

Hevur tú verið til próvtøku, fær tú próvtøkuváttan við próvtal.
Velur tú ikki at fara til próvtøku, fært tú eina luttøkuváttan.

Les alt um útbúgvingina her >>

#3 Er MiniMBA bara fyri tey í privatu vinnuni?

MiniMBA’in er ein leiðsluútbúgving, sum ger, at tú kanst taka næsta feti á tínari karrieruleið.

Tú ert helst ein, sum sær frameftir og hugsar proaktivt. Tú hevur ambitiónir, bæði fyri teg sjálvan, títt arbeiðspláss og tínar starvsfelagar.

MiniMBA leiðsluútbúgvingin er tí ikki bara til fólk í privatu vinnuni. Heldur ikki bara fyri tey í almanna geiranum. Men fyri fólk, sum gjarna vilja blíva betri leiðarar.

Útbúgvingin er sostatt til tín, sum brennur fyri at blíva klókari og ynskir at fáa yvirlit yvir førandi leiðsluprinsip og sum harumframt simpulthen bara ynskir at blíva ein góður leiðari.

Les alt um útbúgvingina her >>

#4 Fái eg ECTS?

Tú fært ikki ECTS. Men tú fært innlit í øll tey siðbundnu MBA-prinsippini.

Hjá Aros Business Academy í Danmark, er møguleiki fyri, at keypa atgongd til eina ECTS gevandi próvtøku.

Les alt um útbúgvingina her >>

#5 Kann eg gjalda í ratum?

Ein MiniMBA kostar 33000 kr. + mvg. Tað er sjálvsagt nógvur peningur, men tað ber væl til at gjalda í ratum.

Les alt um útbúgvingina her >>

#6 Hvat fái eg burturúr?

Hetta er tað, tú kanst rokna við at fáa burturúr >>

  1. Tú fært yvirlit og innlit í, hvørjar møguleikar tú hevur sum leiðari og hvat tú eigur at leggja dent á í tínari rollu sum leiðari.
  2. Tú lærir at taka góðar avgerðir fyri arbeiðsplássið, starvsfólkini og teg sjálvan.
  3. Tú fært eitt breitt netverk, sum tú kanst sparra við á framtíðar leiðsluleið tíni.
  4. Tú fært stundir til, at fara upp í tyrluperspektiv.
  5. Tú fært ein amboðskassa til at hyggja frameftir og verður meira tilvitað/ur um tínar styrkir og veikleikar.
  6. Tær torføru samrøðurnar verða slett ikki so torførar longur. Tú lærir hvussu tú skalt gera, so tær verða ein meiri náttúruligur partur av tínum samskiftið við starvsfólkini.
  7. Tú fært eina sera ambitiøsa Mini MBA, sum er ment í samstarvi við fremsta leiðsluserfrøðinginum í Danmark, Steen Hildebrandt professara.
  8. Leiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar, harafturat fært tú vitan um framtíðar leiðslu.

Les alt um útbúgvingina her >>

#7 Luttakararnir siga >>

“Eg havi praktiskar leiðsluroyndir, men fekk meira teoretiska erfaring og persónlig amboð, til at menna meg víðari sum leiðara.”

Bjørg Árnadóttir, Damfar


“Eg kann viðmæla MiniMBA’ina til øll við leiðsluábyrgd, tí tað gevur høvi at venda og umhugsa ymisk viðurskifti ein ikki gáar um í dagligdegnum.
Her eru nógvar aha’upplivingar at heinta.”

Aslaug Gisladóttir


“Eg havi fingið massar av vitan og amboð til at loysa ymiskar leiðsluuppgávur. Tað hevur verið fantastiskt.”

Gunnvá Svartá Wennerström, Skemman


“Samanhangurin frá strategi niður til persónliga leiðsluskapin, hvussu alt hongur óloysiligt saman.
Ikki tí at eg ikki visti hetta, men at fáa týðulig gjørt tað er sera gott.”

Føroyskur luttakari á MiniMBA’ini 2019


“Eg havi fingið fleiri amboð á einum leiðslustøði, sum avgjørt kunnu virka fyri einum betri úrsliti í fyritøkuni eg arbeiði í. Tað hevur verið gevandi bæði fakliga og persónliga. Og eg kann nýta amboðini beinleiðis í mínum dagliga arbeiði.” 

Føroyskur luttakari á MiniMBA’ini 2019