Modul I | Persónligur effektivitetur og megi – fá meiri orku og størri yvirskot
At vit klára at avgreiða okkara uppgávur og eru før fyri at halda høvdið kalt, tá ið á stendur – hevur alstóran týdning um vit skulu trívast í okkara starvi.
Á fyrsta moduli fært tú ítøkilig amboð at gerast meira effektiv/-ur, soleiðis at tú ikki brennir ljós títt í báðum endum. Tú fært loyst tína orku og kanst í størri mun raðfesta tína tíð sjálv/-ur.
Tað gevur javnvág í gerandisdegnum
- Fá amboð at dagføra tínar uppgávur í einum rokutum gerandisdegi
- Lær at handfara avbrot á ein góðan hátt
- Fá bilbugt við at útseta ting og við at alt skal vera fullkomið
- Kenn aftur ymsu tíðarsløgini og lær meira um egið handlingsmynstur
- Tey 5 neyðugu stigini til at broyta vanar
- Fá hættir at taka burtur ringastu orkuslúkararnar og til at løða battaríini aftur
Høvundur: Karin Jessen, PS4 A/S – royndur høvundur og mennari.