3 snild ting við Office 365 >

Niðanfyri kanst tú fáa eina stutta – og eina longri – frágreiðing um 3 snild ting, sum tit kunnu brúka Office 365 til. Arbeiðsplássið hjá tær rindar helst fyri Office 365 longu nú, so tað er bara at koma í gongd.




*****
| SYNERGI | KT SKEIÐ Í 15 ÁR |

Tann stutta frágreiðingin >>

Til tín sum bara vil vita – stutt og greitt – hvat Office 365 er gott til:

  • Tað snilda #1: Fleiri inni í einum skjalið í SENN og gera rættingar.
    • Tað kunnu tit, td. í Word og Excel. Nú er “slutt” við at biðja hini fara úr skjalinum, so tú kanst sleppa framat. Nú sleppur tú undan at goyma eitt kopi. Nú kunnu tit øll fara inn og gera rættingar – í senn. Tit kunnu t.d. tosa saman á Skype og tosa um hvørjar rættingar skulu gerast og samstundis vísa hvat tit meina.
  • Tað snilda #2: Atgongd til tíni skjøl allastaðni frá.
    • Nú kanst tú fáa atgongd til tíni skjøl bæði frá telefonini, tínari heimateldu, telduni hjá vinfólki, hoteltelduni osfr. Tað einasta tú skalt gera, er at logga á Office 365. Og ert tú á ferð, so fært tú atgongd til tíni skjøl og forritini Word, Excel v.fl. á netinum. So tú kanst gera alt tú hevur hug til, uttan at hava forritini á telduni.
  • Tað snilda #3: Teams – sum bólkar á Facebook.
    • Appin ella forritið Teams, er virkuliga snilt, tá tú skalt samstarva við onnur. Tú kanst samanlíkna Teams við bólkar á Facebook. Bólkar á Facebook eru til privata nýtslu. Teams er til arbeiðsbrúk. Teams er tí nógv tryggari. Líka trygt sum at brúka t.d. Outlook.

Onnur (ordiliga) snild forrit ella appir eru eisini. Tvær úr rúgvuni: Planner (sum hjálpir tær at stýra tínum uppgávum), OneNote (sum ger tað sera lætt at taka notur) o.fl. Á okkara grundskeiðið í Office 365, lærir tú um alt hetta og nógv meir.


Dámar tær væl at fara í dýbdina?

Til tín, sum fegin vil vita eitt sindur meiri um, hvat tú/tit kunnu brúka Office 365 til >>

TAÐ SNILDA #1

EITT skjal

– sum øll kunnu broyta í –

í SENN!

👇

Í einari viðurkenning av, at vit nú arbeiða uppá nógv øðrvísi mátar, hevur Microsoft, við Office 365, ment ein pall, sum ger tað nógv lættari at samstarva og arbeiða, óansæð hvar tú sert stødd/staddur.

Nógv av okkum senda dagliga (nógvar) teldupostar aftur og fram. Vit senda skjøl aftur og fram. Tú sendir t.d. eitt Wordskjal til Per og Pól. Per ger onkra rætting og sendir tað aftur til tín. Pól ger eisini nakrar rættingar og sendir aftur til tín. Nú sendir tú rættingarnar hjá Per til Pól og teir hjá Pól til Per. Per dámar ikki viðmerkingarnar hjá Pól og slettar og sendir aftur til tín. Nú mást tú senda til …..

Forvirrandi… ja, men >>

Við Office 365 er tað NÓGV lættari!

Við Office 365 sendir tú Per og Pól eina leinkju til skjalið. Tit kunnu so øll gera rættingar í skjalinum – ja, tí sama skjalinum – í senn.

UTTAN at fáa líknandi boð:

“Dokumentet er låst for redigering af en anden bruger”. Tit kunnu simpulthen verða fleiri inni í sama dokumenti og rætta í senn.

Og tit síggja, hvør tað er, sum er inni á skjalinum og hvar viðkomandi ger rættingar.

Hetta er virkuliga snilt!

TAÐ SNILDA #2

ATGONGD

til øll dokumentir

HEIMA & Á TELEFONINI

👇

Vit hava leingi havt tørv á, at fáa atgongd til Word, Excel, PowerPoint og aðrar fílur, tá vit eru heima, úti hjá einum kunda ella á fundi hjá einum samstarvsfelaga.

Nú ber tað til.
Og tað er LÆTT!

Við Office 365, kanst tú fáa atgongd til øll tíni dokumentir umvegis:

  • telefonina hjá tær
  • telduna hjá tær heima
  • telduna á hotellinum (um tú nú hevur gloymt tína eftir í Føroyum)
  • telduna hjá starvsfelaganum, kundanum, samstarvsfelaganum osfr.

Tú kanst simpulthen fáa atgongd til øll tíni dokumentir, allastaðni har tú ert.

(OBS! Ansa tó eftir, at tú eisini onkuntíð hevur frí! 😉

Hetta er virkuliga snilt!

TAÐ SNILDA #3

TEAMS

Trygt & lætt samskiftið

Líkist bólkum á Facebook

👇

Teams kann samanlíknast við bólkar á Facebook. Facebook brúkar tú til privata nýtslu. Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum, sum hava tørv á og hug til, at skipa sítt samskifti í bólkum, sum á Facebook.

Og tað er SERA snilt, skal eg heilsa og siga.

Arbeiðir tú í einum toymi ella á einari deild, so kunnu tit upprættað tykkum eitt toymi (ein bólk) í forritinum Teams, ið er partur av Office 365. Undir Teams kunnu tit td. tjatta, hava skjøl, samrøður, online fundir og nógv annað í einum stað. Tit fáa eitt greitt og produktivt samarbeiðsrúm.

Harafturat ber eisini til at sameina Teams við nógv onnur amboð og tænastur.

Meira um Teams 👇

Hvat meiri kunnu vit gera í Teams?

  • Leggja vegleiðingar og mannagongdir um ymiskt, sum er viðkomandi fyri bara tykkum.
  • Tit kunnu tjatta tykkara millum.
  • Tit kunnu goyma fílur, sum bara eru viðkomandi fyri tykkara toymi.
  • Tit kunnu gera notur.
  • Fundarfrágreiðingar.
  • Onlinefundir – serliga gott, um nú onkur í tykkara toymi t.d. býr í Klaksvík ella á Tvøroyri.
  • Deila dokumentir.
  • Koma við góðum ráðum til hvønnannan.
  • Kjakast um eitt evni.
  • Tosa ókeypis (sum samrøður í Messanger)
  • oma.

Dømi: Superbrúkarar á einum stovni, kunnu stovna eitt Team. Her kunnu tey leggja út ymiskar vegleiðingar og eisini senda inn spurningar, sum aðrir superbrúkarar kunnu svara uppá. Júst sum tú gjørt inni á teimum ymisku bólkunum á Facebook.

Fá yvirblikkið í Teams 👇

Teams er sostatt eitt forrit, har tú í einum vindeyga hevur yvirlit yvir og atgongd til tey forrit, sum tú vanliga kennir og brúkar:

  • Kalendaran hjá tær í Outlook
  • Upprætta, deila og broyta innihald í SharePoint
  • Arbeiða við notatum í OneNote
  • Samskifta við toymislimir gjøgnum kall, chat og video (sum í Skype for Business)
  • Brúka Power BI
  • Brúka management-appina Planner frá Microsoft
  • Upprætta toymi við onnur, uttanfyri títt arbeiðspláss

Óansæð um tú heldur tað verða strævið ella spennandi …

… so kann eg viðmæla tær, at fara í gongd við, at fáa yvirblikk yvir hvat Office 365 kann gera fyri teg og títt arbeiðspláss. Ongantíð ov skjótt.

Hevur tú hug at fáa yvirblikk yvir Office 365 frá okkum, so slá uppá tráðin til eitt óbindandi prát.

Vit hava altíð eitt skeið á skránni, har vit – heilt-niðri-á-jørðini – greiða frá, hvat Office 365 er, og hvat tú kanst brúka tað til.

Og so kanst tú seta allar teir spurningar, sum koma tær til hugs.

Ivamál? So vend tær endiliga til mín. Eg svari fegin.

Ása, Synergi
227464 | asa@synergi.fo

Hatta vóru 3 snild ting við Office 365, men hvat er Office 365 í grundini?