Hjartaliga til lukku Ársins Leiðarar 2026
Fríggjadagin 30. januar vórðu Ársins Leiðarar 2026 kosnir á Hotel Føroyum. Harafturat var heraklappið til millumleiðaran eisini latið.
Ársins leiðari í privatu vinnuni er Ulla Joensen, sum er stjóri á Elektron. Hini, sum vóru tilnevnd vóru Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Gudny Langgaard, stjóri í Nema.
Og ársins leiðari hjá tí almenna er Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er stjóri í Rótini, sum er nýggja navnið á húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Hini, sum vóru tilnevnd innan tað almenna vóru Hjalti Gunnarstein, stjóri í Apoteksverkinum, og Jóngerð M. Nielsen, leiðari fyri Vesturvón.
Herðaklappið til millumleiðaran fekk Danny Kechtan, sum arbeiðir hjá Borg í Havn.
Vit ynksja teimum øllum hjartaliga til lukku.
