Search by
Loading Events

Upcoming Events

Events Search and Views Navigation

oktober 2022

Soleiðis handfer tú trupul fólk

oktober 18 @ 09:00 - 16:00
Smæran, Smæran
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Ósemjur kosta tíð, pengar - og orku! Kom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í, at handfara trupul fólk og ósemjur   Summi eru trupul í eina tíð, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión, inneffektivitet, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína…

Find out more »

Lær Planner | Fá stýr á og legg tínar uppgávur til rættis

oktober 19 @ 09:00 - 12:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Planner | Eitt hent og einfalt tól, til at stýra og bólka uppgávur á ymiskan hátt eftir tørvi Hevur tú eina verkætlan – lítla ella stóra? Eru tit eru fleiri fólk, ið arbeiða saman um hana? Gloyma tit onkuntíð, hvørjar avtalur tit hava um hvør ger hvat? So er Planner eitt sera hent og einfalt tól, sum hjálpir tykkum at stýra øllum uppgávunum. Tit kunnu lættliga halda skil á hvør ger hvat, hvørjar uppgávur eru loystar og hvørjar eru eftir.…

Find out more »

Pseudoarbeiði – allýs, varnast, fyribyrg og slepp av við tað

oktober 21 @ 09:00 - 16:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Fyribyrg og slepp undan tí mesta av pseudoarbeiðinum tit gera Uppáhaldið er eyðsæð. Stórt sæð allar organisatiónir hava pseudoarbeiði og flestu starvsfólk og leiðarar klára - uttan at hugsa seg um serliga leingi - at eyðmerkja okkurt arbeiði tey gera, sum pseudoarbeiði. Allar privatar fyritøkur kunnu gera okkurt við tað. Beinanvegin. Men nógv innan almenna geiran líða undir, at tey noyðast at útinna pseudoarbeiði, tí hetta er beinleiðis viðtikið í einari lóg. Men heldur ikki her er uppgávan ógjørlig. Starvsfólk…

Find out more »

Fyrisitingarrættur fyri teg, ið ikki er løgfrøðingur

oktober 24 @ 09:00 - oktober 25 @ 15:30
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í hvørt tú hevur notatplikt ella ikki? um ALT skal noterast ella hvar markið gongur? um tú ert ógegnig/ur í einum málið? hvør tað er, sum skal hoyrast, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið? hvørjar tær røttu mannagongdirnar eru? Og ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni, partshugtakinum, ummælisrættinum, viðger av trúnaðarupplýsingum, hvussu tú skalt grundgeva, kæruvegleiðingini osfr. osfr. So er hetta skeiðið nakað fyri teg.   Aftaná skeiðið ert tú ikki í iva…

Find out more »
Sway

Lær Sway | Ger fangandi netsíður, sum selja tín boðskap – uttan at vera grafikari

oktober 26 @ 09:00 - 12:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Lær at brúka Sway - nýggji hátturin at kunna um eina vøru, tænastu ella eitt hugskot   Við Sway, kanst tú skjótt og lætt visualisera tín boðskap, tíni hugskot ella tína kunning frá eini og hvørjari eind, so sum teldu, telefon og ipad. Við Sway fært tú gjørt eina flotta og samvirkna framløgu/kunningarsíðu, sum er løtt at deila og leggja á ymiskar pallar. Sway egnar seg harafturat væl sum amboð til tíðindabrøv og markaðarføring av ymiskum slag.   Dømi um…

Find out more »

november 2022

Lær Forms | Ger skjótar og lættar tilmeldingar, eftirmetingar, ymiskar kanningar vm. á netinum

november 9 @ 09:00 - 12:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Lær at gera nøgdsemiskanningar, eftirmetingar, atkvøðugreiðslur o.l. - skjótt og lætt!   Hevur tú onkuntíð tørv á at savna upplýsingar frá øðrum? Eitt nú í samband við onkra kanning eina uppgávu tilmelding til jólafrokostin, veitsluna, starvsfólkadagin, ella kanska okkurt heilt annað?   Tá kann Forms vera hent at duga! Forms er eitt sera snilt forrit, tá tað kemur til at savna upplýsingar, sum tú á ein einfaldan hátt kanst arbeiða við og deila.  T.d. kanst tú, tá upplýsingarnar eru komnar…

Find out more »

Retorikkur fyri leiðarar

november 17 @ 09:00 - november 18 @ 16:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Bert pláss fyri 10 luttakarum, so vit mæla til skjóta bílegging... Tú heldur nógv fleiri talur, enn tú heldur... Hugsa bara um vælkomuna morgunfundin og presentatión av nýggjum starvsfólki uppleggini til stýri/stjórn og munnligar kunningar og frágreiðingar   Hugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar Um eitt nú ársdagar og temadagar, har fyritøkan savnast.   Hetta er alt talur, hóast tú kanska ikki hevur hugsað tað fyrr >> Talur, har tú hevur møguleika at stýra, hvønn veg tingini skulu fara... Stórar…

Find out more »

Bókhald frá grundini

november 21 @ 09:00 - november 23 @ 15:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit, kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi, so tú kanst koma í gongd. Tú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m. Egið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? Skeiðið er sera viðkomandi…

Find out more »

Lær OneNote | Tak alskyns notatir á einum stað, uttan at missa yvirlitið

november 24 @ 09:00 - 12:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands

Lær at skipa tínar notur og hugskot við OneNote Óansæð hvar tú ert, kanst tú notera tær tíni gullkorn!   Hevur tú ofta nógvar bóltar í luftini? Er borðið og teldan hjá tær kanska yvirklistrað við gulum seðlum? Vaknar tú ofta mitt um náttina, tí tú hevur gloymt at skriva tingini niður? Kundi tú hugsað tær eitt amboð, sum kann hjálpa tær at skipa og halda stýr á øllum hesum? So er OneNote eitt sera gott amboð til tín. Við OneNote…

Find out more »

desember 2022

Effektivur arbeiðsdagur | Lær at fokusera og prioritera

desember 5 @ 09:00 - 16:00
Synergi, Karlamagnusarbreyt, Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands

Stimbra títt fokus og fá ein effektivan arbeiðsdag Fá meira burturúr gerandisdegnum! - av tí, sum hevur týdning   Høvdið á tær er á tremur við týðandi uppgávum, sum tú ikki má gloyma. Tú verður áhaldandi avbrotin í arbeiðnum, og nýggjar uppgávur koma i heilum inn á borðið hjá tær. Tínir t-postar liggja í rúgvum, og innbakkin er ovurfullur. Flestu av okkum kenna aftur myndina, men tey fægstu duga sjálvi at finna loysnina á, hvussu vit fáa tíðina at røkka.…

Find out more »
+ Export Events