Covid19

Góðu viðskiftafólk

Vit fylgja væl við teimum reglum, sum myndugleikarnir koma við, í sambandi við Covid19.

Hetta er ein sera trupul støða hjá okkum øllum og støðan broytist dagliga.

Hevur tú teknað teg til eitt skeið ella tiltak hjá okkum, fert tú at hoyra frá okkum, nakrar dagar áðrenn tiltakið.

Tá støðan við korona uppstóð og landið mest sum stongdi, avgjørdu vit, at útseta øll okkara skeið, sum skuldu havt verið áðrenn páskir. Nú arbeiða vit uppá at finna eina loysn, so vit framhaldandi kunnu veita okkara viðskiftafólkum góða tænastu. Eisini framyvir.

Passa uppá teg og tíni – og okkum øll.

❤

Ivast tú í onkrum, hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkara.

Vinarliga
Synergi

Ása og Annika

asa@synergi.fo | synergi@synergi.fo
227464 | 222355