Ársins leiðarar 2021 | Hjartaliga til lukku
Ársins leiðarar avdúkaðir á Hotel Føroyum 21. mai 2021
Ársins privati leiðari:
Marita Rasmussen, Vinnuhúsið
Dómsnevndin um ársins privata leiðara:
- Ársins leiðari hevur seinastu mongu árini verið við í almenna kjakinum á ein sakligan, dugnaligan og virkandi hátt.
- Leiðarin framstendur stinnur, siðiligur og samlandi – eisini tá ið stormarnir leika, og er ikki bangin fyri at taka leiðsluna og vísa vegin í truplum málum.
- Leiðarin megnar at hugsa stórt og smátt samstundis, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.
- Ársins leiðari innanfyri tað privata 2021 er Marita Rasmussen.
Ársins almenni leiðari: Farsóttarnevndin
Dómsnevndin um ársins almenna leiðara
- Vinnarin innan tað almenna, hevur seinasta árið siglt á ókendari havleið – uttan at hava nakað sjókort.
- Vinnarin tók uppgávuna og ábyrgdina á seg, tá ið tørvurin og óvissan var størst. “Vinnarin” framstendur álitisvekjandi og hevur skapt ró millum manna í eini ófrættakendari tíð.
- Vinnarin hevur leitt og vegleitt okkum øll við sera góðum úrslitum, sum fólk úti í heimi eisini hava frætt um.
- Vinnarin hevur megnað at standa ímóti einum ovurmiklum trýsti og hevur áhaldandi funnið loysnir.
- Ársins leiðari innanfyri tað almenna 2021 er Farsóttarnevndin.
Í uppskoti til Ársins leiðarar 2021 >>
Fróði Clementsen, Teldutænastan – Marita Rasmussen, Vinnuhúsið – Martin Restorff, Hilton Garden Inn – Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – Marjun Hanusardóttir, Løgmannsstjóri | Farsóttarnevndin