Ársins Leiðarar 2020
Ársins leiðarar avdúkaðir á Hotel Føroyum 31. januar 2020
Ársins privati leiðari: Árni Jakobsen, stjóri í SMJ
Dómsnevndin um Ársins privata leiðara:
- Ársins leiðari, í privata geiranum, hevur skapt eitt mennandi starvsfólkaumhvørvi við høgum starvsfólkanøgdsemi og greiðum virðum.
- Fyritøkan blómar og er í støðugum vøkstri. Fyritøkan er væl rikin, væl konsoliderað og hevur góð fíggjarlig úrslit.
- Ársins leiðari setur sær mál og arbeiðir miðvíst fram ímóti teimum. Við ágrýtni, dirvi og nýhugsan hevur hann eisini staðið á odda fyri at víðka virksemið útum landoddarnar, í Danmark og Grønlandi.
- Ársins leiðari hevur skapað eitt arbeiðspláss, har pláss er fyri høgtútbúnum einstaklingum, sum samstundis arbeiða sum eitt lið, ið loysir kompleksar uppgávur.
Ársins almenni leiðari: Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskopur
Dómsnevndin um Ársins almenna leiðara
- Hann sær møguleikar fram um forðingar.
- Hann hevur serliga góð evni at vísa tolsemi, serliga tá harðast leikar á og sjónarmið bresta saman.
- Hann er fólksligur og fyrikomandi. Hann sær hin einstaka, er til staðar og er beinasamur at vegleiða.
- Ársins leiðari megnar at hyggja aftureftir, tá ið hann setur kósina frameftir. Og at flyta sítt arbeiðsøki trygt fram á leið. Tí hevur hann álit millum síni starvsfólk og ikki minst hjá landsins borgarum.
- Hann er kveikjandi at vera saman við, hevur orðið í síni makt, og er í orðsins rætta týdningi hægsti embætismaður.
Í uppskoti til Ársins leiðarar 2020 >>
Frá vinstru: Fróði Clementsen, Teldutænastan | Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus | Árni Jakobsen, SMJ | Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur | Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya | Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy