Ársins leiðarar 2020 | Topp 3 kandidatar eru nú vald
Ársins Leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2020, verður avdúkað kl. 16.15 á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar 2020 kl. 13.00-16.30.
TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2020 valdir >>
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2020, hevur nú funnið fram til 3 sterkar topp-kandidatar innan tað almenna og 3 kandidatar innan tað privata. Í dómsnevndini 2020 sita Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands, Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.
TOPP 3 í stavrað >>
Topp 3 kandidatar innan tað almenna
• Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy
• Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur
• Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya
Topp 3 kandidatar innan tað privata
• Árni Jakobsen, SMJ
• Fróði Clementsen, Teldutænastan
• Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus
Fríggjadagin 31. januar 2020 verður avdúkingin á Hotel Føroyum
Kom við til Leiðaradagin 2010 | 31. januar kl. 13.00-16.30
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar úr øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar.
Høvuðsrøðari á degnum verður Christian Ørsted, kendur m.a. frá síni metsølubók “Livsfarlig Ledelse”. Hann arbeiðir nú uppá eina nýggja bók, ið viðger myturnar um broytingar á arbeiðsplássum, sum trívast millum leiðarar og okkum øll. Hetta fert tú at hoyra um á Leiðaradegnum 2020.
Stóra tema á degnum:
Fólk dáma ikki broytingar
Sannleiki ella myta?
Áhugin fyri degnum er stórur. Fá pláss eru tó eftir til Tapas hjá Katrinu, sum er endabresturin um kvøldið.