Steinbjørn í Dali

15. apríl 2019

Steinbjørn hevur drúgvar undirvísingarroyndir og undirvísir til dagligt á Glasi í m.a. virkisbúskapi. Hann hevur havt óteljandi skeið í Excel og øðrum forritum í office-pakkanum hjá Microsoft, seinastu 25 árini. Í sínari undirvísing á Glasi, arbeiðir hann dagliga við Excel og m.a. pivotering av stórum tabellum.

Steinbjørn hevur annars rikið sítt egna virki í 30 ár, har hann m.a. hevur havt vinnuliga ráðgeving, umsiting  og bókhald fyri vinnukundar.

Hann hevur verið stjóri í fleiri privat virkjum, so sum Com-Data, Kassamiðstøðin og Okkara bryggjarí, og er í dag partur av fleiri íverksetarafyritøkum.