
Háaktuellur temadagur um arbeiðslív, moralska strongd og sálarliga fyrstuhjálp
Temadagur: Sálarligt trýst og moralsk strongd – kollegastuðul og organisatoriskar loysnir
Dorthe Birkmose | Moralsk strongd
Dorthe Birkmose ger okkum klókari upp á moralska strongd, tá ið hon fer í dýpdina við, hvussu moralsk strongd er ein sunn reaktión upp á arbeiðsumstøður, ið forða starvsfólkum og leiðarum í at arbeiða fakliga og moralskt forsvarligt. Tað kennist ikki sunt. Moralsk strongd merkist sum ring samvitska, faklig ónøgd og sum ein kensla av meiningsloysi. Hesa keðiligu kenslu royna vit at fáa burtur við ymiskum hættum, sum vit kenna frammanundan, so sum forráan, passiv resignatión, grenj, flýggjan, “quiet quitting” og skuggaarbeiði, men hesar hættirnir gera bert trupulleikarnar størri. Organisatoriskir trupulleikar kunnu ikki loysast individuelt – teir mugu loysast organisatoriskt.
Rikke Høgsted | Sálarlig fyrstahjálp – lat felagsskapin lekja
Tá ið vit eru fyri sálarliga krevjandi hendingum á arbeiðsplássinum, reagera vit ikki bert sum einstaklingar – vit reagera eisini sum partur av einum felagsskapi. Hvat hendir við okkum, tá ið vit uppliva okkurt álvarsamt? Hvussu ávirkar tað okkum? Og tað allar týdningarmesta: Hvat kunnu vit gera í felag fyri at koma væl víðari?
Vælkomin til eina framløgu um, hvussu vit koma víðari frá fortíðini, tá vit spurdu:”Hvat feilar tær?“ yvir til “Hvat er hent?” – og síðani fram til tað mest avgerandi: “Hvør er har fyri teg?” Vit eru ikki definerað av tí, vit verða útsett fyri, men av hvussu vit handfara støðuna. Við støði í síni nýggjastu bók greiðir Rikke frá “Elevatorhugtakinum” – eitt hugtak, sum lýsir, hvussu óumhugsað nýtsla av professionellari kreppuhjálp kann hava við sær, at natúrligar reaktiónir verða sjúkliggjørdar, og at felagsskapurin á arbeiðsplássinum verður veikari.
