Loading Events
Skeið 21. november 2025

Soleiðis stuðlar tú børnum eftir skilnað | v/Søren Marcussen

21. november 2025
09:00 - 12:00
Áarvegur
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1285 kr. + mvg
Kostnaður
Melda til

Upp til 3. hvørt barn upplivir, at foreldrini fara hvør til sítt

Hetta merkir, at í hvørjari vøggustovu og barnagarði búgva upp til ein triðingur av børnunum antin hjá tí mammuni ella pápanum ella eisini búgva tey skiftisvís hjá báðum.

Skeiðið gevur tykkum fakligt innlit í, hvussu tit kunnu skilja og stuðla hesum børnum á rættan hátt og skapa tryggleika og støðufesti í teirra gerandisdegi.

 

Á hesum skeiðinum seta vit sjóneykuna á:

  • Hvussu børn ávirkast, tá foreldrini fara hvør til sítt
  • Hvussu tað kennist fyri barni, tá foreldrini enda í stórari ósemju
  • Hvussu vit stuðla børnum, har foreldrini eru farin hvør til sítt, og hvussu vit hjálpa børnunum við at hjálpa foreldrunum

Dagurin gevur innlit í, hvussu skilnaður ávirkar trivnaðin hjá børnum og ungum. Harumframt fært tú eisini innlit í, hvussu trupult tað er hjá børnunum, tá talan eru um skilnað, sum er merktur av nógvum og stórum ósemjum. Tú fært eisini vitan um, hvussu tú sum fakfólk kanst stuðla børnum og foreldrum og vísa á víðari til hjálp, tá tørvur er á tí.

Dagurin er ein samanrenning av fyrilestri, reflektión og dialogi í plenum.

 

“Søren Marcussen er ein ótrúliga góður undirvísari,
faktiskt tann besti skeiðleiðarin eg havi havt.”

Føroyskur luttakari, sum hevur verið á skeiði hjá Søren Marcussen.

 

Undirvísari: Søren Marcussen

Søren Marcussen er ráðgevi og deildarleiðari hjá Styrk Familierne (fyrrverandi Center for Familieudvikling). Hann leggur stóran dent á, at børnini hava brúk fyri vaksnum, sum eru til staðar, seta orð á tað, sum hendir, og skapa tryggleika í gerandisdegnum.

Søren hevur síðani 2008 veri við til at gera tilboð til fráskildar familjur millum annað:

  • Samrøðubólkar til børn, har foreldrini eru farin hvør til sítt
  • KIFF-skeið til foreldur
  • Ráðgeving og terapi fyri foreldur
  • Menning av tilboðinum “Sammen om Børnene“, sum er til familjur í stórum ósemjum.

 

Brellbitar úr skránni: 

Vitan: Hvat sigur granskingin um ávirkanina av skilnaði á børn og vaksin?

Fakligheit: Hvussu kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk skapa støðufesti og tryggleika?

Amboð: Fá ítøkiligt innlit í, hvussu tú møtir kenslunum hjá barninum, og til at samstarva við foreldrini á ein góðan hátt. Lær hvussu tú kanst orða teg, og hvat tú annars kanst gera fyri at hjálpa barninum.

Luttakararnir fara heim við innliti í støðurnar hjá børnum, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Eitt innlit sum kann brúkast beinanvegin í arbeiðnum við børnum – og við einum felags máli, sum styrkir samstarvið í starvsfólkahópinum.

 

Eitt skeið fyri øll, sum arbeiða við børnum ella hava áhuga fyri evninum.

 


💰💰💰

Kostnaður fram til 14. november bert 1285 kr. + mvg! (Spar 300 kr.)

Kostnaðurin eftir 14. november er 1585 kr. + mvg pr. persón.

Details

Venue

Organizer

  • Synergi

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available