Nær er talan um eina veruliga dysfunktion – og nær er tað bara talan um eitt barn, sum krevur eina aðra tilgongd?
Tað er neyðugt hjá bæði foreldrum, námsfrøðingum og lærarum og øðrum, sum hava við børn at gera, at duga at skilja millum ymisk sløg av atburði hjá børnum.
Nær eigur ein diagnosa at verða sett, og nær er talan um, at tað eru umstøður og uppvøksturin, sum hava ávirka barnið– og hvat gera vit við tað?
Sum fakfólk mugu vit taka støðu til, um eitt barn, sum heldur seg fyri seg sjálvt, ikki dugir spælireglurnar og ikki skilir signalini frá øðrum børnum, er eitt óbúgvið 5 ára gamalt barn ella eitt barn við Aspergers syndromi.
Ella er eitt ov tíðliga føtt barn ovurviðkvæmt og hevur ringt við at hugsavna seg, tí foreldrini heilt frá føðingini hava tikið serlig atlit – drigin av ræðsluni fyri at missa tað. Ella er talan um eitt óbúgvið miðnervalag og eina seinkaða myelinbúning?
Hevur drongurin, sum júst hevur skapað rok í sínum flokki, ADHD við ov høgum virkni í heilarunninum, ella er hann bara ein frustreraður 14 ára gamal drongur, hvørs foreldur skulu skiljast?
Ja spurningarnir eru nógvir!
Tað er í heila tikið ikki lætt at kenna mun á børnum, ið hava avbjóðingar vegna uppvøkstur og umstøður, og børnum, ið hava ólag í heilanum. Hetta kann verða ein stórur gloypibiti fyri tey flestu.
Tí er vitan um aldurstilsvarandi menning hjá børnum framvegis eitt ómetaliga týdningarmikið amboð. Uttan hesa vitan hevur tú onga fyritreyt fyri at meta um, hvørt eitt barn er vanliga ment, eitt sindur óbúgvið ella seinkað í menningini – ella um talan er um eina disfunktión.
Allir heilar kunnu ávirkast, men ikki allir heilar eru skipaðir eins. Hetta merkir í praksis, at sama slag av námsfrøði verður uppfatað ymiskt av ymiskum børnum.
Kostnaður eftir 18. september er 1,585 kr. + mvg pr. persón.