Skomm hjá leiðarum er eitt tabuevnið, sum Elsebeth Hauge hevur sett á breddan við leiðslubókini ”lederskam”, har 25 toppstjórar og leiðarar í Danmark ærliga siga frá um tað, teir mest skammast av, í sínum arbeiði sum leiðari. Gerðir, hugsanir, atburð og fordómar, sum teir ikki hava sagt øðrum frá, tí teir skammast.
Elsebeth Hauge er økonom og hevur eina master í sálarfrøði. Hon er rithøvundur, kjakari, fyrilestrahaldari og leiðslumennari.
Í yrkisleið síni sum leiðari, hevur hon m.a. starvast hjá Vestas Wind og Undirvísningarmálaráðnum. Í 2020 gav hon út bókina “Lederskam” og næsta bók hennara um leiðarar og topstjórar, sum verða sagdir úr starvi, kemur út síðst í 2024.
Á Leiðaradegnum 2025 fer Eva Z. Bentsen at geva sítt boð uppá, hvørji krøv eru til tann almenna og privata leiðaran, og hvat man kann læra av hvørjum øðrum. Hon fer at tosa um leiðslu í framtíðini, og hvussu tú sum leiðari kanst handfara og arbeiða við at gera mannagondir til at halda alsamant vaksandi krøvini, sum verða sett fyritøkum og stovnum.
Eva Zeuthen Bentsen hevur fleiri ára royndir við toppleiðslu í tí almenna. Harumframt hevur hon verið ráðgevi og hjálpt fleiri privatum fyritøkum við strategimenning og rekruttering, og so er hon eisini limur í Ledernes panel, sum velur ársins leiðara í Danmark.
Nú hevur tú møguleika at innstilla ikki bara tín ovasta stjóra til Ársins Leiðara, men eisini tín nærmasta leiðara til nýggja heiðurin “Herðaklappið til millumleiðaran”. Hetta hava nógv eftirspurt. Nærmasti leiðarin hevur jú alstóran týdning fyri trivnaðin hjá einstaka starvsfólkinum. Kanska enntá størri týdning enn umdømi og avrikini hjá ovasta leiðsluni.
Kanska onkur tú hevur tilnevnt?
Ja, ella kanska er tað tín túrur nú?🍾🌼🥂
Nú kunnu starvsfólk og onnur áhugaði lata inn boð upp á, hvør skal fáa heiðurin at gerast Ársins Leiðari.
Sum nakað nýtt hava vit í ár skift siðbundnu veitsluna út við
Festligan netverks 5’ara beint eftir Leiðaradagin kl. fimm 🤩