
12. november 2024
09:00 - 12:00
Kvíggjartún 1
Argir
10 luttakarar
5 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1700 u/mvg
Kostnaður
Lær at gera kanningar, eftirmetingar, atkvøðugreiðslur o.l.
– skjótt og lætt!
- Hevur tú onkuntíð tørv á at savna upplýsingar frá øðrum?
- Eitt nú í samband við
- onkra kanning
- eina uppgávu
- tilmelding til jólafrokostin, veitsluna, starvsfólkadagin,
- ella kanska okkurt heilt annað?
Tá kann Forms vera hent at duga!
Forms er eitt sera snilt forrit tá tað kemur til at savna upplýsingar, sum tú á ein einfaldan hátt kanst arbeiða við og deila.
T.d. kanst tú, tá upplýsingarnar eru komnar inn, gera einfaldar og víðkaðar greiningar av úrslitunum, við at nýta hagtalsyvirlitið í Forms ella Excel.
