Um Synergi

Á myndini sært tú royndu starvsfólkini hjá Synergi. Frá vinstru: Annika Andreasen, Ása Andreasen og Birita K. Matras. Frøkun Striks vildi ikki við uppá myndina.

 

Hvør stovnaði felagið?

Spf. Synergi varð stovnað 11. november 2003 av systrunum Anniku og Ásu Andreasen. Fyrstu tvey árini starvaðust tær báðar einsamallar hjá Synergi. Í dag eru 3 fólk í føstum starvi hjá Synergi. Harumframt eru nógvir sera dugnaligir undirvísarar knýttir at felagnum, bæði føroyskir og útlendskir. Frøkun Striks er eisini knýtt at felagnum.

Starvsfólk >>

 

Meiningin við Synergi

Vit halda, at tað hevur sera stóran týdning, at eisini vit í Føroyum eftirútbúgva okkum til tess at klára okkum í kappingini við útheimin og her heima.

Tá Synergi varð stovnað í 2003, vóru fá tilboð um eftirútbúgving í Føroyum. Tí valdu vit at stovna felagið.

Endamálið hjá Synergi er at vera við til at geva føroyska samfelagnum meirvitan og íblástur til menning. Tí vit trúgva uppá, at vit soleiðis fáa eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og uppaftur meiri eldhugað starvsfólk.

Hetta er ein uppgáva, sum vit hjá Synergi eru sera fegnar um at vera við til at lyfta saman við viðskiftafólkunum.

At fáa eitt betri og meiri spennandi Føroyar fyri øll.

 

Hvørjar tænastur veita vit?

Synergi skipar bæði fyri opnum skeiðum – tað eru skeið, har øll kunnu tekna seg –  og fyri innanhýsis skeiðum, sum eru skeið, har bert tín fyritøka/stovnur luttekur. Flestu skeiðini kunnu keypast sum innanhýsis skeið, og tey kunnu eisini lagast júst til tykkara tørv. Tillagað skeið eru sum oftast væl bíligari pr. luttakara. Tey kunnu haldast í hølum hjá tykkum ella í hugnaligu hølunum hjá Synergi í Rabarbuhúsinum í Tvørgøtu 13, har vit eisini hava teldur til 14 fólk.

 

Harumframt samskipa vit eisini størri tiltøk og ráðstevnur fyri onnur. So skalt tú fyriskipa eina størri tiltakið ella ráðstevnu, so set teg endiliga í samband við okkum. Vit sparra fegnar og geva tær eitt ókeypis tilboð. Tað verður seg alt frá at skaffa ein fyrilestrarhaldara til at skipa fyri øllum, líka frá at taka ímóti tilmeldingum, skipa fyri útferðum, skránni, hølir, mat, rykkja eftir gjøldum gjald, innheinta postarar til vísindaligar ráðstevnur, gera serliga heimasíðu til tiltakið – um tað er best (kann verða íroknað) osfr. osfr.

Ring ella skriva til Anniku – annika@synergi.fo | 222355 ella til Ásu – asa@synergi.fo | 227464.

 

Hvørt ár – seinasta fríggjadag í januar skipa vit fyri Leiðaradegnum, har leiðarar úr øllum Føroyum hittast um viðkomandi evni. Á Leiðaradegnum verður Ársins Leiðari kosin.

 

Viðskiftatreytir sí her >>