Topp 3 x 2 Ársins leiðarar 2022 avdúkaðir
Júst hvør fer avstað við heiðrinum, verður avdúka fríggjadagin 25. mars 2021 – á leiðaradegnum
TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2022 eru valdir
Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2022 verður avdúkað kl. 16.45 á leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 25. mars 2022 á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2022, hevur nú funnið fram til 6 sterkar topp-kandidatar. 3 innan privatu vinnuna og 3 innan tað almenna.
Í dómsnevndini 2022 sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri, Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, Demensætlan fyri Føroyar.
TOPP 3 í stavrað:
Topp 3 kandidatar innan tað almenna
- Hans Jón Thomsen, stjóri, Hoyvíkar skúli
- Jógvan Thomsen, stjóri, Vinnustovnurin
- Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Uttanríkis. og Mentamálaráðið
Topp 3 kandidatar innan tað privata
- Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri, Betri Trygging
- Jan Ziskasen, samtaksstjóri, Føroya Tele
- Rógvi Róin, stjóri, Petur Larsen
Fríggjadagin 25. mars 2022 kl. 16.45 verður avdúkað, hvør fer við heiðrinum

Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar úr øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. mars kl. 13 – 17.
Røðarar á degnum:
- Poula Michelsen, forkvinna Poul Michelsen | Setur dagin
- Michael Boolsen | Úr skjáttuni hjá Ársins almenna leiðara 2021 (Farsóttarnevndin)
- Vincent F. Hendricks | SO-ME
- Dennis Nørmark | Pseudoarbeiði
- Brynhild Chenguang Yun | Lancering av VO-ME (NÝTT)
- Kjósan av Ársins leiðarum 2022
Um kvøldið verður veitsla á Broncks.
Áhugin fyri degnum er stórur, plássini fækkast, tó ber enn til at tekna seg.
Les alt um Leiðaradagin 2022 HER ella á heimasíðuni www.synergi.fo