Størsti útbjóðari í 15 ár

O denn túrur!

Í dag er Synergi Føroya størsti útbjóðari av fakligum skeiðum og tiltøkum. Yvir 20.000 fólk frá fleiri enn 1500 fyritøkum og stovnum hava luttikið á skeiðum og tiltøkum, sum Synergi hevur fyriskipað.

WOW ein góð kensla!

Kvalitetur er alfa og omega, men kvantitetur omaná er ikki at forsmáa, tí vit vilja, at øll skulu hava møguleika at førleikamenna seg.

Av somu grund, bjóða vit skeið og tiltøk innan alt millum himmal og jørð! Líka frá Leiðaradegi, skeiði í blámusoppi og smærri útbúgvingum til eina rúgvu av telduskeiðum, pedagogskeiðum og ymisk styttri kvøldskeið.