Stroyming 17. mars 2023 kl. 1645 tá Ársins leiðarar 2023 vera kosnir

Fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 verður avdúkað,
hvørji gerast Ársins leiðarar. Fylg við her á síðuni >>

https://www.youtube.com/live/kM4g30XkKv8?feature=share

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2023 eru nú innstillaðir

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2023 verður avdúkað fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2023, hevur nú funnið fram til 6 sterkar topp-kandidatar. 3 innan privatu vinnuna og 3 innan tað almenna.

Í dómsnevndini at velja Ársins leiðarar 2023 sita Marjun Eystberg, Input, Niels Winther, Vinnuhúsið og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya

TOPP 3 innan tað almenna – í stavrað fornavn:

  • Alexandra á Dul, stjóri Klaksvíkar sjúkrahús
  • Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
  • Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni


TOPP 3 innan tað privata – í stavrað:

  • Brian Smedemark, stjóri í Trygd
  • Kirstin Hammer, stjóri og stovnari í Gómagott
  • Suni Justinussen, stjóri í JT Electric