Search by
Loading Events
Skeið 20. mars 2024

Upphavsrættar-lógin | Hvør eigur upphavsrættin? Fyritøkan ella starvsfólkið?

20. mars 2024
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
1. mars 2024, 09:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
14 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
4.396 u/Mvg
Kostnaður
Melda til

Kom og lær um upphavsrætt frá einum av lógarsmiðunum…

Torkil Rasmussen, cand. jur., sum hevur umsitið upphavsrættarøkið í Mentamálaráðnum og verið við til at smíða føroysku upphavsrættarlógina og skipað fyri Upphavsrætti á løgfrøði-útbúgvingini, er skeiðsleiðari.


“Nú veit eg hvar markið gongur”

  • Kanst tú brúka verk og onnur rættindi, sum starvsfólkini avrika í arbeiðstíðini, sum tær lystir?
  • Myndir, telduforrit, tekstir, málningar ….?
  • Kanst tú t.d. leggja myndir av ymiskum, tey hava gjørt, meðan tey hava verið til arbeiðis, út á sosialu miðlarnir?

Kom og fá skil uppá, hvat er vart av upphavsrætti…

Vit geva okkum ikki altíð far um, hvar markið gongur, hvat er vart av upphavsrætti, og hvat ikki er.

  • Eigur fyritøkan rættin at brúka tað, ið starvsfólkini gera, meðan tey eru í løntum arbeiði hjá fyritøkuni?
  • Ella eigur starvsfólkið upphavsrættin, hóast fyritøkan hevur goldið teimum løn, meðan tey hava gjørt arbeiðið?

Stórt endurgjaldskrav

Kom á skeið og fá skil á skil á hesum, so tú ikki knappliga stendur í einari støðu, har tú kanst fáa eitt stórt endurgjaldskrav.

Hvat verjir upphavsrættarlógin?

  • Hvat merkir tað at hava upphavsrætt?
  • Hvat ber til at gera uttan loyvi frá rættindahavaranum?
    (Sitat, lóglig avritan til egna nýtslu, brúk sambært avtalu við góðkendan felagsskap v.m.)
  • Hvør hevur upphavsrættin í setanarviðurskiftum?
  • Hvat kann henda, um lógin um upphavsrætt verður brotin?

 

Details

Date:
20. mars 2024
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.4.396,00
Event Categories:
, ,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Upphavsrættar-lógin | Hvør eigur upphavsrættin? Fyritøkan ella starvsfólkið?
kr. 4.396,00
14 available