Loading Events
Skeið 15. mai 2020

Temadagur við Svend Brinkmann

15. mai 2020
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
2. mars 2020, 16:00
Norðari Ringvegur
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
2380 u/MVG
Kostnaður
Melda til

Vælkomin til ein hugvekjandi og áhugaverdan temadag við Svend Brinkmann

 

Svend Brinkmann í Norðurlandahúsinum
15. mai 2020

Svend Brinkmann er ein av teimum sterkastu røddunum í kjakinum um tíðarinnar rák, og hvussu vit bæði kunnu fylgja teimum ella lata vera.

 

Stå fast | Ståsteder | Gå glip

Ert tú ein av teimum mongu túsund, sum halda vinkulin hjá Svend Brinkmann um “at lata fara” er bæði áhugaverdur og brýtur upp úr nýggjum? Hevur tú kanska fylgt eitt sindur við Svend Brinkmann, síðani hann skrivaði nógv umrøddu bókina “Stå fast”?

Kom og hoyr boðið hjá Svend Brinkmann um, hvussu tú í veruleikanum kemur nærri tínum grundvirðum, við at standa fast og lata okkurt fara framvið.

Støðuga kravið um menning og broyting er tengt at óttanum um at standa í stað og at lata okkurt fara.

Á temadegnum nema vit við spurningar sum:

  • Hvussu halda vit fast og virðsmeta tað, sum er?
  • Hvussu seta vit fokus á dygd heldur enn mongd?
  • Kunnu vit gleðast um avmarking, samstundis sum vit royna at liva upp til krøv og væntanir frá okkara umhvørvi?

Svend Brinkmann er professari í sálarfrøði og rithøvundur til fleiri bestseljarar, so sum “Stå fast”, “Ståsteder” og “Gå glip”. Spildurnýggja bók hansara “Hvad er et menneske”, sum kom út í august 2019, reyk eisini beint inn á toppseljara listan.

 

LAT FARA!
-og finn tað, sum er mest umráðandi bæði í arbeiðs- og privatum høpi

Svend Brinkmann vísir á, at tað at duga hóvsemi og tað at lata okkurt fara, er ein bæði neyðugur og ikki minst umráðandi partur, um tú skalt hava eitt gott lív – bæði etiskt, eksistentielt og sálarligt – bæði arbeiðslív og privatlív – mitt í eini markleysari menningarmentan.

Í veruleikanum hevur tú orsøk at gleðast yvir at lata fara (Joy of Missing Out – JOMO), tí at lata fara er vegurin til at halda fast í tí, sum hevur veruligan týdning.

 

Fakligt hjúkl í professionellum umhvørvi

Vit taka okkum av øllum, tað einasta tú skalt hugsavna teg um, er undirvísingina, hugna og tína úrtøku av degnum. Dagurin verður hildin í professionellum umhvørvi, har fokus er á fakligt hjúkl, dygd, hugna og góða tænastu. Skeiðið er frá kl. 9-15.30. Til matna fært tú lættan morgunmat, lekran frokost og seinnapartskaffi við desert/køku.

Details

Date:
15. mai 2020
Time:
09:00 - 16:00
Cost:
DKK2100 – DKK2380
Event Categories:
, ,

Organizer

Synergi

Venue

Norðurlandahúsinum
Norðari Ringvegur
Tórshavn, Faroe Islands
+ Google Map

Tilmelding

196 available
Temadagur við Svend BrinkmannDKK2.380,00

Please fill in all required fields