Loading Events
Skeið 11. - 18. juni 2019

Teams og OneDrive í Office 365 | KT Landsins

11. - 18. juni 2019
09:00 - 12:00
Kvíggjartún 1
Argir
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
Melda til

Kom væl frá byrjan við
Teams í Office 365

 

Ert tú leiðari, superbrúkari ella líknandi?

Av tí at Teams er ein nýggjur háttur at arbeiða uppá, so er skilabest at tú sum leiðari, superbrúkari ella líknandi ert ímillum tey fyrsu at fáa undirvísing í Teams/OneDrive.

So hevur tú møguleika at meta um tørvin á tínum arbeiðsplássi og gera mannagongdir áðrenn restina av starvsfólkinum koma á skeið. Tú verður eisini betur før/ur fyri at vegleiða starvsfólkini, tá farið verður undir at brúka Teams/OneDrive.

Bæði Teams og OneDrive hoyra til Office 365, tvs. hevur tú Office 365 hevur tú eisini Teams og OneDrive.

 

Hvat er OneDrive?

OneDrive er ein online-tænasta til handfaring av fílum. Tvs. at tú kanst goyma tínir persónligu fílar á einum stað, deila teir við onnur, og fáa atgongd til teir frá einari og hvørjari eind við netsambandi.

 

Hvat er Teams?

Teams er ein forrit, sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum, deildum og toymum. Óansæð um tit sita á sama matrikkli ella um tit eru í hvør sínum enda av landinum/heiminum, so er Teams ein sera hentur samstarvspallur.

 

Skeiðið er býtt upp í 2 hálvar dagar, við einari viku ímillum.

_

Details

Start:
juni 11 @ 09:00
End:
juni 18 @ 12:00
Cost:
Free

Venue

Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
Argir, 160 Faroe Islands
Phone:
00298227464

Tilmelding

10 available
Teams og OneDrive í Office 365 | KT landsinsÓkeypisLEGG TIL MERKIS! Skeiðið er sjálvsagt ikki ókeypis, hóast tað kundi sæð soleiðis út;) Rokning verður send til Gjaldstovuna, sum so avroknar beinleiðis við tín stovn. Sí kostnaðin inni á heimasíðuni hjá Gjaldsstovuni, undir skeið.

Please fill in all required fields