Search by
Loading Events
Skeið 4. - 6. november 2019

SQL-forritan – grundskeið

4. - 6. november 2019
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
29. oktober 2019, 12:00
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
12600
Kostnaður
Melda til

Lær ordiliga at skilja og nýta SQL!

Kom og fá vitan og førleikar til at skilja og nýta SQL (Structured Query Language) í nýtsluni av dátugrunnum og at kunna umseta trupulleikar í gerandisdegnum til nýtiligan SQL-syntaks.

Hvat lærir tú á skeiðinum?

SQL er eitt mál, sum verður nýtt, tá tú arbeiðir við fleirnýtara-relatiónsdátugrunnum.

Á skeiðinum gjøgnumganga vit, hvussu tú skrivar ‘gott SQL’ til fyrispurningar, dagføring og viðlíkahald av SQL-dátugrunnum. Skeiðsluttakararnir fáa eina stigvísa innleiðslu í syntaksi, sum beinanvegin verður roynd í praktiskum venjingum.

Dentur verður lagdur á, at trupulleikarnir eru kendir úr vanligum arbeiði við dátugrunnum. Skeiðsluttakarin fer til hús við einum savni av venjingum og uppskotum til loysnir, sum eisini kann nýtast sum hondbók.

Skeiðið snýr seg um standard ANSI SQL og nakrar av tøku víðkanunum. Vit gjøgnumganga produkt-óheftan syntaks, sum virkar líka væl á Microsoft SQL Server, Oracle, IBM DB2, Sybase o.ø.

 

Tak skeiðið í Føroyum.
Tað kann loysa seg.

Samanlagt er tað nógv bíligari, enn um tú skuldi skeiðið í Danmark! Prísurin fyri sjálvt skeiðið er nemliga tann sami, men tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð, hotel, ferðadagar osfr.!

Sama skeið sum hjá SuperUsers: PS-240 | SCD – SQL Certified Developer

Details

Start:
4. november 2019 @ 09:00
End:
6. november 2019 @ 16:00
Cost:
kr.12.600,00
Event Categories:
,

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available