Search by
Loading Events
Skeið 18. oktober 2022

SketchUp – fyri arkitektar, innanduraarkitektar, dekoratørar, spældesignarar vfl.

18. oktober 2022
09:00 - 15:30
Online
Danskt
Undirvísingarmál
2500 + mvg.
Kostnaður
Melda til

Lær at brúka SketchUp

Upprætta 3D modell skjótt og lætt


SketchUp er eitt intuitivt forrit til at tekna og visualisera eitt nú bygningar, innrættting, vegir, landslagsarkitetur og videospælsdesign í 2D og serliga 3D. Harumframt verður SketchUp eisini nýtt til ymisk ítrivs endamál.

Tað finnast fleiri útgávur av SketchUp. Tú kanst fáa SketchUp sum eitt onlineforrit, eitt forrit til iPad, til skúlabrúk og til professionelt brúk, sum tú tá innstallerar á telduna.

 

Eitt hav av applikatiónum í 3D Warehouse’um tøkar

Í forritinum finnur tú eina røð av applikatiónum (nýtsluforrit), sum tú frítt kanst brúka. Hesi finnast í 3D Warehouses og nógvar av teimum eru púra ókeypis at nýta. Eitt nú ymist innan arkitektur, innrætting, landsløg og videospælsdesign. Innan innrætting finnur tú t.d. møblar sum tú bara kanst hála inn og brúka sum tú hevur hug. Innan arkitektur, hevur tú bygningar, vindeygu, veggir osfr.

SketchUp verður eisini brúkt til at gera 3D modellir til 3D prentarar.

Á heimasíðuni sketchup.com kanst tú lesa meiri um forritið. Har finst ein ókeypis útgáva, sum tú kanst royna.

Við SketchUp kanst tú ikki gera alt tað, sum tú t.d. kanst gera við CAD forritunum, men SketchUp er eitt minni forrit, sum er nógv lættari at læra og handfara. Tú kanst skjótari líka gera eina tekning við SketchUp. Harafturat finst Sketchup eisini sum ein onlinversión, tvs. at tú bara skalt logga á eina heimasíðu.

 

Hvat lærir tú?


Á skeiðnum lærir tú alt tað grundleggjandi um moddelering við SketchUp. Tú blívur kunnug/ur við brúkaraflatuna og moddeleringsamboðini.

Tú lærir hvussu tú gert eina 2D plantekning til eitt 3D model, umframt “best practise” í mun til at arbeiða við stórum og meiri kompleksum modellum.

Vit upprætta views og scenes, sum geva tær møguleika fyri lættliga at stýra, hvussu títt endaliga modell skal vísast. Tú lærir at upprætta tínar egnu teksturar við SketchUps Material Editor og sært hvussu tú kanst skera ígjøgnum tíni model við Section Planes. Vit læra at taka niður nøkur av teimum fleiri 1000 modellunum, sum finnast í teimum ókeypis 3D vøruhúsunum, sum tú hevur atgongd til gjøgnum SketchUp. Eisini hyggja vit uppá nøkur av extensions (forritum), sum tú hevur atgongd til, og sum kunnu automatisera meiri kompleksar arbeiðsgongdir.

 


Á skránni


  • Brúkaraflatan – vit innstilla SketchUp, so forritið passar til tína nýtslu.
  • Upprætta objektir – SketchUp hevur eina røð av amboðum til at upprætta objektir. Vit gjøgnumganga hesi og fara í dýpdina við teimum týdningarmiklastu.
  • Halt stýr á tínum scenum – Við Scenes kanst tú upprætta scener, sum tú kanst venda aftur til og evt. gera eina video út frá.
  • Ger arbeiði lættari við komponentum– Komponentar gera tað lætta at skifta út ella broyta útsjónd á eksisterandi objektum.
  • Arbeið við tilfari – Vit hyggja uppá, hvussu tú kanst arbeiða við tí tilfari, sum finst í SketchUp. Vit hyggja eisini uppá, hvussu tú upprættar títt egna tilfar.
  • Mál og labels – Vit kunnu seta mál og labels á okkara SketchUp modellir. Vit læra hvussu.
  • Arbeiði við tags (layers) – Jú størri tíni modellir blíva, størri týdning hevur tað, at tú brúkar lag-funkuna til at halda modellið atskilt og dagføringsferðina niðri,
  • Sections Planes – Við Section Planes kunnu vit skera okkara modell yvir og síggja hvussu t.d. bygningurin sær út innan.
  • Import og esport av modellum til og frá øðrum forritum – Vit hyggja uppá, hvussu vit kunnu importera modellir til og frá øðrum forritum.
  • Brúk av modellum frá 3D-Warehouses – 3D Warehouse er ein gullnám av lidnum modellum. Vit heinta objektir og seta tey inn í okkara modell.
  • Brúk av Styles – Við Styles kanst tú avgera útsjóndina av modellinum, eitt nú áðrenn tú prentar títt modell út.
  • Upprætta lendi (terræn) – SketchUp hevur eina røð av amboðum til at upprætta terræn. Tað hyggja vit eisini uppá.

 

 

OBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!


Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt SketchUp, men liggur ikki fyri júst hendan dagin ella kundi tú hugsað tær, at lært SketchUp og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan, sum tú ert í gongd við, td. at tekna eitt hús, innrætta eini hús ella bara onkra lítla ella størri verkætlan, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum.

Hevur tú ein ella fleiri starvsfelagar, sum eisini kundu hugsað sær at lært SketchUp, so ber hetta eisini til. Tak tey við.

Kostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30

  • Kr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú
  • Kr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2, 3 og uppeftir

Við einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar, sum undirvísarin hevur við til tín.

Details

Date:
oktober 18
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.500,00
Event Categories:
, , ,

Venue

Online
Online
188 Faroe Islands
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
SketchUp
kr. 2.500,00
8 available