Loading Events
Skeið 21. februar 2019

Skeið fyri fólk við yvirvekt

21. februar 2019
15:00 - 21:30
Tilmeldingarfreist
31. januar 2019, 08:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
Danskt
Undirvísingarmál
2200 u/MVG
Kostnaður
Melda til

Ótrúliga einfalt – men tað riggar!

Yvirlæknin á Holdbæk sjúkrahúsi Jens-Christian Holm, hevur ment “Holbækmetoduna”, sum sær út til at kunna loysa trupulleikan við, hvussu man heldur vektini eftir ein slankikur.

 

Um skeiðið

Skeiðsdagurin gevur tær eina breiða og fjølbroytta fatan av yvirvekt. Skeiðið broytir tína grundfatan av yvirvekt og gevur tær eina effektiva viðgerðarætlan. Tú fært góð amboð til at handfara tína yvirvekt. Soleiðis kemur tú at skilja, hvussu tú kanst varðveita vektina, tá tú ert lætnað/ur.

Talan er um eina viðgerðarætlan við konkretum lívsstílsbroytingum, sum fer at geva tær eitt sunnari lív.

Jens-Christian Holm kann geva tær vitanina um, hvussu tú kanst sleppa av við yvirvekt, um tað eru 10, 20, 50 ella fleiri kg, men tað er bert tú sjálv/ur kanst stýra, um tú fylgir ráðum hansara og harvið fært nyttu av tí, tú lærir á skeiðinum.

 

Tín kroppur arbeiðir ímóti vekttapi

Tú fært eina viðgerðarætlan heim við

Við skeiðinum fært tú eina persónliga tillagaða viðgerðarætlan. Ætlanin er einføld, og tað er júst tað, sum gera hana so effektiva.

 

Tað er prógvað, at metodan riggar

Framferðarhátturin er evidensgrundaður, og nógvar vísindaligar greinir eru prentaðar í altjóða viðurkendum tíðarritum.

Tað er vísundaligt prógvað, at 75-85% % av luttakarunum lætna, fáa lægri blóðtrýst og kolesterol, og uppaftur fleiri fáa eina betri kropssamanseting, betri lívsgóðsku, kropsfatan og minni matarlyst. Haraftuat lætna hini í familjuni hjá sjúklingunum eisini ofta, tá ein persónur er í viðgerð.

”Endiliga ein loysn, sum hald er í. Farvæl til skuld og skomm. Farvæl til at eg eri dovin og ikki havi nakran rygg”.

– Bente Nielsen, Vekttapsskeið Kolding, jan 2018

”Ein fantastiskur dagur allur sum hann var. Eg havi verið yvirvektig at kalla alt lívið, havi barst við eini sterkari jojo-vekt. Nú eri eg endiliga komin at skilja hví, og havi fingið eina viðgerðarætlan, sum kann hjálpa mær! Samstundis er tað ein ómetaligur lætti, at skuldin er lyft av herðum mínum”.

– Bernet Pedersen, Vekttapsskeið Kolding, jan 2018

Túsund takk. Takk. Eg eri so glað. Glað fyri at fáa møguleikan at luttaka á hesum skeiðinum. Mín besta avgerð í longri tíð.

– ​Jonna Schou Hansen, Luttakari 2017

Details

Date:
februar 21
Time:
15:00 - 21:30
Cost:
DKK2200
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

20 available
Skeið fyri fólk við yvirvektDKK2.200,00

Please fill in all required fields