Kom og dagfør tína vitan um reinføri
Lær at ansa eftir tær sjálvari/sjálvum
Lær um góða tænastu
- Arbeiðir tú sum reingerðarfólk?
- Er tað langt síðani tú hevur verið á skeið og kundi tú hugsað tær íblástur og fingið størri arbeiðsgleði?
- Kundi tú hugsa tær eitt sindur meiri vitan og verði dagførd/ur um smittuleiðir, mikroorganismur og um, hvussu tú kanst verða við til, at gera umhvørvið so trygt sum gjørligt?
- Følir tú onkuntíð, at tú gert sum best ber til? Tí tær manglar vitan og upplæring?
- Skilja hini ikki altíð, hvussu títt arbeiði er og hvat tey mugu gera, fyri at títt arbeiði kann gerast so gott og effektivt sum gjørligt?
- Kundi tú hugsa tær at lært betur at takkla ósemjur og duga betur at sagt frá?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg! Um tú hevur hug at luttaka, viðmæla vit tær at spyrja leiðaran beinanvegin, so tú tryggjar tær pláss.
Reingerðarfólk hava stóra ábyrgd
Sum reingerðarfólk, hevur tú møguleika at arbeiða bæði innan tað almenna og tað privata. Tú kanst koma út fyri, at skula arbeiða við framkomnum maskinum, kemiskum reingerðarevnum og strongum krøvum til reinføri. Eitt nú á dagstovnum, ellisheimum, døgnstovnum, privatum fyritøkum vm. Tað er tí neyðugt, at tú, sum reingerðarfólk, hevur eina góða grundleggjandi vitan og teir røttu førleikarnar innanfyri fakið.
Eisini hevur tú stóra ábyrgd. Eitt nú hevur tú ein stóran leiklut í, at fora fyri, at smitta spjaðir seg á arbeiðsplássinum. Tað sóu vit tá korona herjaði, men tað er enn galdandi í mun til smittu við “vanligum” sjúkum. Serliga nú heystið og veturin nærkast. Tá eru nógv sum hava krím, sum smittar illa.
Sum reingerðarfólk hevur tú tí eisini ávirkan á arbeiðsumhvørvið hjá øllum starvsfólkunum á tínum arbeiðsplássið.
Treingir tú til íblástur, motivatión og fakliga dagføring?
So spyr leiðaran beinanvegin, um tú kanst sleppa við til hetta skeiðið.
Hvat fært tú burturúr?
Tú verður undirvíst/ur av Jette Nissen, sum hevur nógvar royndir innan reingerð, men eisini innan undirvísing. Hon er útbúgvin Føðslu- og húsarhaldsøkonom og hevur undirvíst í nógv ár. Hon er sera væl umtóktur og fyrikomandi undirvísari. Hon undirvísir á donskum, men hon er løtt at skilja og tú skalt ikki halda langar talur sjálv/ur á donskum, so málið er er ikki nakar trupulleiki.
Aftaná skeiðið, ert tú enn betur fyri, at gera reint á skúlum, dag- og døgnstovnum og øðrum arbeiðsplássum. Tú lærir at gera reint uppá tann rætta mátan, bæði tá tað kemur dagligu arbeiðsuppgávurnar og eisini tær við serligum reingerðaruppgávum. Eitt nú reingerð av køki, hjálpitólum, hølum og innbúgvi, sum krevja serliga reingerð vm.
Tá tú arbeiðir har onnur menniskju eisini eru, slepst ikki undan, at ósemjur stinga seg upp. Á hesum skeiðnum, fara vit eisini seta fokus á, hvussu vit tackla hesar ósemjur, sum hava tað við at koma heim við frá arbeiðinum. Tað er ikki gott fyri teg og familjuna, men heldur ikki fyri arbeiðsplássið. Jette er von at undirvísa innan kommunikatión, so hetta er eisini ein partur av skránni.
Kom og fá kunnleika til
- hvussu tú leggur reingerðina til rættis út frá tínari vitan um smittu og smittuleiðum á skúlum, dag- og døgnstovnum, skrivstovu, kantinu vfl., so smittuspjaðing minimerast
- kom og lær, hvussu tú ansar eftir tær sjálvari/sjálvum
- kom og lær hvussu tú handfer ósemjur og ónøgdsemi, sum kunnu uppstanda í sambandi við títt arbeiði
Ver vælkomin | Avmarkað pláss!