BEGIN:VCALENDAR VERSION:2.0 PRODID:-//Synergi - ECPv6.3.3.1//NONSGML v1.0//EN CALSCALE:GREGORIAN METHOD:PUBLISH X-WR-CALNAME:Synergi X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo X-WR-CALDESC:Events for Synergi REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H X-Robots-Tag:noindex X-PUBLISHED-TTL:PT1H BEGIN:VTIMEZONE TZID:UTC BEGIN:STANDARD TZOFFSETFROM:+0000 TZOFFSETTO:+0000 TZNAME:UTC DTSTART:20240101T000000 END:STANDARD END:VTIMEZONE BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20240902T080000 DTEND;TZID=UTC:20250902T170000 DTSTAMP:20240328T221307 CREATED:20220316T151124Z LAST-MODIFIED:20240116T134531Z UID:15953-1725264000-1756832400@www.synergi.fo SUMMARY:Scrum Master Certified™ DESCRIPTION:  \n\n“Orsøkin til at vit valdu at senda øll okkara starvsfólk á Scrum Master skeið\, var geva øllum eitt felags mál\, styrkja um tann agila arbeiðsháttin\, og fara tann vegin har nógvir av okkara kundum vilja verða. Við online pallinum høvdu vit stóran fleksibilitet í undirvísingini\, og kundi ein altíð hyggja aftur í upptøkurnar fyri at uppfríska okkurt til sertifiseringina. Heilt klárt eitt skeið Elektron kann viðmæla.” \nKristjan Petursson\, Deildarleiðari fyri Hýsing og Tænastu \n\nTak skeiðið í tínum egna tempo!\nOkkara Scrum Master-skeið er sjálvlestur við video-e-læring. Undirvísingina skalt tú stroyma\, og tú gert sjálv/ur av hvar og nær. Tú stýrir eisini sjálv/ur\, hvussu skjótt tú vilt taka skeiðið. Tú fært góðan stuðul bæði undir og aftan á skeiðið við einari samanseting av spurningum (quiz)\, sjónfílum og stuðlandi tilfari og royndarpróvtøkum. \n\nLær at leiða eina verkætlan eftir kenda Scrum leistinum\n\n  \nTú arbeiðir kanska sum verkætlanarleiðari og treingir til at fáa nøkur amboð\, til at gera arbeiði lættari. Tú hevur kanska hoyrt um Scrum og hevur hug at royna tann leistin. \nSo er hetta er skeiðið til tín. Hetta er eitt skeið fyri tey\, sum hava hug at royna Scrum og fyri øll\, sum hava áhugað fyri verkætlanarleiðslu yvirhøvur. \nFokus er á\, at læra hvussu tú skalt tryggja eina vælvirkandi Scrum-prosess\, \n  \nVið einari Scrum Master-sertifisering kanst tú tryggja\, at Scrum-toymið hevur optimalar arbeiðsumstøður í mun til at kunna lata eina verkætlan úr hondum. \n  \n\n4.67 av 5 í eftirmeting | 99 % standa royndirnar\n\n  \nHetta kemur tú at læra um\n\nHvussu tú hugsar og arbeiðir í agilum verkætlanum\nScrum-førleikarnar og hvussu tú brúkar tær\nTín leiklut sum Scrum Master og leiklutirnar hjá hinum innan Scrum\nØll amboðini\, so tú kanst handfara og leiða eina Scrum-verkætlan\nHvussu tú kanst hjálpa við at implementera Scrum á tínum arbeiðsplássi\n\n\n\nTá tú hevur tikið skeiðið\, ert tú før/ur fyri at virka sum \nScrum Master í professionellum sambandi.\n\n  \nLýsing av Scrum Master Certified™\nScrum er eitt eyðsýnt og smidligt leiðsluamboð\, sum kann tillagast nógv fakøkir\, mentanir og vinnugreinar. Alt er grundað á best practice og holla vitan. Rammuverkið hevur langt síðani prógvað sítt virði. Scrum er heimsins mest útbreiddi háttur til smidliga verkætlanarleiðslu og framleiðslustýring. Í ítróttinum verður Scrum nýtt at fáa gongd á aftur bóltin\, tá alt er steðgað upp. Hiðani stavar navnið Scrum. Scrum verður serliga brúkt til verkætlanir\, har tað er torført at meta um\, hvat fer at henda\, og har lýsingin av produktinum og krøvini til tað javnan broytast. \nEin Scrum Master vegleiðir\, fasiliterar og undirvísir øllum luttakarum í verkætlanini. Scrum Master beinir fyri forðingum hjá liðinum og tryggjar\, at allar Scrum-mannagongdir vera fylgdar. \n  \n\nTak skeiðið í tínum egna tempo!\n\nFá altjóða Scrum Master-sertifisering URL:https://www.synergi.fo/skeid/scrum-master-certified-4/ LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands CATEGORIES:Byggivinnan,KT,Leiðsla og HR,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2021/08/scrum.png END:VEVENT END:VCALENDAR