Loading Events
Skeið 14. mars 2019

Sansaintegratión hjá børnum

14. mars 2019
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
13. mars 2019, 16:00
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1184 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,8/10
Melda til

Connie Nissen veit hvat hon tosar um

Vælkomin til eitt spennandi skeið um sansaintegratión (SI) hjá børnum og teirra sansamotorisku menning og stóra tørv á góðum samanspæli.

 

Á skránni

  • Hugtøkini sansamotorikkur og sansaintegratión verða gjøgnumgingin og sett í ein samanhang, soleiðis at tað kann nýtast í dagliga arbeiðinum við børnum.
  • Neyvlýsing av hvønn tørv børn hava á tøttum sambondum og góðum tilknýti.
  • Ein stutt teoretisk innleiðsla um heilan við fokus á kensluliga handfaring, tilknýti og sambond
  • Hvussu kann “vakinheitsstøði”(arousal) hjá børnunum (arousal) hanga saman við sambondum og handfaring av kenslum?
  • Hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri okkum, tá nøkur børn hava trupulleikar við at handfara kenslur.

Ígjøgnum skeiðið verða nógv dømir um, hvussu atburður, lag, motorisk menning og læring hjá børnunum kann verða ávirka av nevndu evnum.

Eisini verða venjingar, har vit fara at royna teoriina í verki.

 

Dagurin gevur…

…íblástur til námsfrøðiliga siðvenju og vitan um amboð og bókmentir innan økið. Harafturat fært tú íblástur til, hvussu tú kanst gera eitt metingaruppskot um, hvat barnið kann sansamotoriskt og hvussu tú metir um, hvat virkar avbjóðandi uppá einstaka barnið.

Stuttligt at hoyra ein fakpersón viđ so nógvum royndum, deila sína vitan

– Luttakari 2016

Haldi at tað er gott at skipa verður fyri sovorðnum skeiðum, man fær brúkt.
Haldi sjálv at eg dugði at síggja, mun á børnunum eftir stutta tíð, við eitt sindur av sansamenning.

– Luttakari 2016

Evnið var sera relevant og undirvísarin var fantastisk.

– Luttakari 2017

Connie Nielsen hevur nógva erfaring og dugir sera væl at greiða frá evninum.
Hon hevur nógv viðkomandi, greið, og lýsandi dømir at koma við

– Luttakari 2016

Details

Date:
mars 14
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
DKK1184
Event Category:

Venue

Tórshavn
Tórshavn, 100 Faroe Islands

Organizer

Synergi

Tilmelding

Unlimited available
Sansaintegratión hjá børnumDKK1.184,00

Please fill in all required fields