Loading Events
Skeið 24. apríl 2020

Sansaintegratión og tryggir felagsskapir

24. apríl 2020
09:15 - 15:30
Tilmeldingarfreist
2. apríl 2020, 12:00
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1184 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,8/10
Melda til

Lær at skilja motivini handan atburðin og gerst enn betri til at stuðla børnunum

Vælkomin til eitt spennandi skeið við Connie Nissen, har vit bæði í teori og praksis koma inn á:

  • Kenslutillaging hjá børnum
  • Týdningin av tryggum felagsskapum
  • Theraplay ® og sansaintegratión (SI)


“Sera inspirerandi og livandi fyrilestrahaldari” 

Vit gjøgnumganga týdningin av tí góða samanspælinum, har greitt verður frá viðgerðarhátturinum Theraplay. Nógv dømi  um børn, sum eru trupul at skilja og sum geva orsøk til stúran, verða tikin við.

Luttakararnir fáa eina ítøkiliga fatan av hvussu ein gerandisdagur við fokus á:

  • samanspæl
  • sansamotoriskt virksemi
  • tann persónligi áhugin

kann gera ein jaligan mun í menningini hjá børnunum.

Vit koma inn á nógv ymisk uppskot til, hvussu og nær vaksin kunnu vera við til at skapa ta góða sambandið og taka ábyrgd fyri huglagnum og samanspælinum, sum er til frama fyri góðari menning.

Á skeiðinum fært tú eina grundvitan um Theraplay og vitan um hví sansaintegratión ofta er ávirkað neiligt, tá talan er um vantandi kensluliga menning.

Eftir skeiðið hevur tú fingið konkret amboð, sum tú kanst nýta tá tú kemur aftur til arbeiðis.
Amboðini hava fokus á:

  • Hvussu vit møta barninum
  • Hvat passalig stimulering er
  • Hvussu vit skapa eitt gott samanspæl

Hesi trý eru viðurskifti sum geva orku til heilan og nervalagið hjá børnum, og sum skapa góð líkindir fyri kropsligum friði og hugdýpan.

 

Skeiðið er ætlað teimum sum arbeiða við børnum 1-10 ár, sum kunnu vera ring at røkka.

 

Skeiðleiðari Connie Nissen, sum er er barnaergoterapeut fer at oysa út av síni vitan og royndum við sansaintegratión og Theraplay.

Livandi og fangandi, innihaldið "situr", konkret, relevant, kann brúkast í praksis

– Heidi Vatnsdal, 2019

Fantastisk gott!!! Kann ikki vera betri.

– Olga Loburak, Frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klasvík

Eg havi brúkt vikuskiftið uppá st seyma rísposar og havi eisini brúkt teir í barmagarðinum í dag.... eg haldi at vit fingu nógv gullkorn og eg gleði meg at lesa bókina

– Luttakari , 2019

Besta skeiðið eg havi verið á😊

– Rebekka Mørk Poulsen, Serskúlin í Suðuroy

Stuttligt at hoyra ein fakpersón viđ so nógvum royndum, deila sína vitan

– Luttakari 2016

Connie Nielsen hevur nógva erfaring og dugir sera væl at greiða frá evninum.
Hon hevur nógv viðkomandi, greið, og lýsandi dømir at koma við

– Luttakari 2016

Details

Date:
24. apríl 2020
Time:
09:15 - 15:30
Cost:
DKK1184
Event Categories:
,

Venue

Tórshavn
Tórshavn, 100 Faroe Islands

Organizer

Synergi

Tilmelding

Unlimited available
Sansaintegratión og tryggir felagsskapirDKK1.184,00

Please fill in all required fields