Loading Events
Skeið 23. - 25. september 2019

Revit modul 1 – frá grundini

23. - 25. september 2019
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
1. september 2019, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
8380 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,5/10
Melda til

Kom á 3 daga skeið og lær Revit frá grundini

Á skeiðinum verður tú latin í til at arbeiða við Revit Architecture! Øll (ella nógv) bygging verður í dag planløgd út frá BIM-modellum, har tey flestu modellerast í Revit. Tí er Revit týdningarmikið fyri øll, sum arbeiða við – ella fegin vilja arbeiða við – byggjarí og design innan økið. Perspektivini í BIM-modellunum eru víð og hava potentiale til at kunna nýtast langt inni í rakstrinum og viðlíkahaldinum.

BIM: Bygnings Informatións Modellering

Skeiðið er í 3 dagar. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfarið.

Allir luttakarar fáa hvør sítt eintak av “BIMbogen”. Skeiðstilfarið er á enskum, men undirvíst verður á donskum.

 

Við at luttaka…

…lærir tú at nýta forritið stig fyri stig. Arbeitt verður bæði teoretiskt og praktiskt, soleiðis at hvør einstakur skal fáa so nógv burturúr, sum til ber. Á skeiðinum taka vit útgangsstøði í eini ítøkiligari uppgávu. Tú lærir at arbeiða við einum BIM-modellið í Revit Architecture. Aftaná skeiðið, dugur tú at tekna eitt Revit projekt frá botni, arbeiða við “egenskabsdata” og framleiða tekningstilfar.

 

Innihald í skeiðinum

Vit fara at læra at brúka Revit frá grundini. Á skeiðinum taka vit útgangsstøði í einari konkretari uppgávu – vit skitsera eitt eittplanshús til eina familju. Skeiðið gevur okkum kunning um tað at modellera í einum 3D BIM*-umhvørvi. Vit læra at nýta amboðini í forritinum so við og við, soleiðis sum tað náttúrliga hóskar seg inn í undirvísingina hesar tríggjar dagarnar. Vit enda við at fáa lidnar tekningar út úr modellunum, eitt nú:

  • Planir
  • Tvørskurður
  • Framsíða
  • Perspektiv

 

Skeiðsleiðarin var rættiliga greiður og tók tað stig fyri stig. Tað gjørdi, at tað var lætt at fylga við.

– Luttakari 2017

Sera gott at undirvísarin var dugnaligur og visti hvussu forritið skuldi brúkast.

– Luttakari 2017

Skeiðsleiðarin var rættiliga greiður og tók tað stig fyri stig. Tað gjørdi, at tað var lætt at fylga við.

– Ingunn Danielsen, LBF

Details

Start:
september 23 @ 09:00
End:
september 25 @ 16:00
Cost:
DKK8380
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

8 available
Revit - frá grundiniDKK8.380,00

Please fill in all required fields