Jonas GabrielsenPh.d. frá CBS, rithøvundur og hevur fingið undirvísingarvirðisløn frá CBS fyri miðlan.Les meira
Jonas Gabrielsen
Jonas er Ph.d. frá CBS, í dag lektari í retorikki á RUC. Jonas hevur sergrein í leiðsluretorikki, og í fleiri ár hevur hann undirvíst virkandi leiðarum í inn- og útlandi. Hann hevur fingið árligu undirvísingarvirðislønina frá CBS fyri miðlan. Hann hevur skrivað bøkur og greinir um Retorik, og í 2014 gav hann út tekstasavnið ‘Ledere, der taler – Taler, der leder’ (Frydenlund Academic).
Úrtøka
Tá tú hevur luttikið á skeiðinum:
Hevur tú innlit í sambandinum millum retorikk og leiðslu.
Hevur tú skil fyri strategisku møguleikunum í nútímans leiðarataluni
Kennir tú retoriska amboðskassan: Hvussu skalt tú bera teg at?
Dugir tú at leggja munnliga leiðslusamskiftið strategiskt til rættis
Dugir tú at halda sannførandi leiðaratalur
Hevur tú innlit í, hvussu tær dámar at halda talur, og hvørja styrki og hvørjar avbjóðingar tú hevur sum leiðaratalari
Hvønn er skeiðið ætlað til?
Skeiðið er ætlað til allir leiðarar, bæði almennir og privatir. Leiðarar í stórum og smáum fyritøkum, bólkaleiðarar, leiðarar í heilsuverkinum, skúlaleiðarar og leiðarar innan løgreglu og umsiting. Øll sløg av avgerðartakarum, sum skulu seta fólk í gongd. Politiskir leiðarar og óformlig fyristøðufólk í feløgum, rørslum og sjálvbodnum felagsskapum. Annars øll, sum hava áhuga í retorikki.
Meira um skeiðið
Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni
Slíkar leiðaratalur hava strategiskar møguleikar – men so má leiðarin duga tungusnild. Og skilja sambandið millum leiðslu og leiðaratalu. Tað er eitt handverk at læra at halda munagóðar leiðaratalur: Við ástøðiligum innliti, cases og praktiskari venjing gevur skeiðið nútímans leiðaranum eina innleiðslu í góðu leiðarataluna.
Hvørjum fara vit at arbeiða við á skeiðinum?
Retoriskari leiðslu
Hvat er sambandið millum leiðslu, tungusnild og retorikk?
Hví skal ein leiðari nýta munnligt samskifti – og nær, og nær ikki?
Hvussu myndar tú leiðsluboðini, so fólk hoyra, minnast og bera tey víðari?
Retorisk leiðslumegi
Hvussu byggir tú sum leiðari upp trúvirði og skapar álit?
Hvat eru tín styrki og tín avbjóðing, tá tú samskiftir?
Hvussu dámar tær at fyrireika teg sum leiðari, og hvussu ber til at fyrireika talur, meðan tú ferðast frá einum fundi til annan?
Broytingarretorikkur Neilig motivatión heldur ikki í longdini
Tá leiðslan vil broyta, velja nógv ‘at noyðast’ og ‘tann brennandi pallin’ sum grundarlag. Tað kann virka væl, men neilig motivatión heldur ikki í longdini. Her arbeiða vit við broytingarretorikki, sum skapar motivatión við jaliga at tala til t.d. stoltleika, samleika ella eina hægri meining.
Teir tungu boðskapirnir
Framing er ikki einans eitt politiskt amboð, og skal ikki einans nýtast at villleiða. Hon kann hjálpa tær at avgera, hvat sjónarhorn er best, tá tú skalt greiða frá og kanska verja eina ávísa avgerð framman fyri starvsfólkinum. Framing hjálpir tær at hugsa ígjøgnum øll sjónarhorn í leiðsluretorikkinum, áðrenn tú velur tað skynsamasta sjónarhornið til ítøkiligu støðuna.
Alt eftir talið á luttakarum, vera ein ella tveir undirvísarar.
Eitt ógvuliga gott skeið við ógvuliga kompetentum undirvísarum, sum dugdu síni ting :-). Konkret við góðum dømum og virknum luttakarum.
– Jeanette Blaasvær, Almannamálaráðið
Kompetentir, orkuríkir og inspirerandi undirvísarar. Sera læruríkt, undirhaldandi og stuttligt skeið. Lærdi eisini nógv av hinum skeiðsluttakarunum. Vit fingu fleiri amboð og 'fif', sum eg ætli mær at brúka.
Effektivur og einfaldur undirvísingarháttur. Ítøkilig dømi og so góð uppfylging við smáum cases og rolluspølum. Haldi alt var gott: umstøður, matur og undirvísing.
– Rógvi Róin, Petur Larsen pf
Alt var gott! Sera gevandi og mennandi skeið.
– Noomi K. Rasmussen, Sunda kommuna
Luttakararnir sluppu beinanvegin at royna seg, og vit fingu fitt av amboðum við okkum, sum vit kundu brúka sum røðuhaldarar. Umframt innihaldið í skeiðnum, so vóru karmarnir fyri skeiðið fínir.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!