Search by
Loading Events
Skeið 21. oktober 2022

Pseudoarbeiði – slepp av við óneyðugt arbeiði

21. oktober 2022
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
23. september 2022, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
30 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
4.840,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Slepp av við óneyðugar uppgávur og nýt tíðina uppá tær uppgávurnar sum geva meining og hava veruligt viðri.

Skeiði við Dennis Nørmark gevur tær førleikar at eyðmerkja pseudoarbeiði, so dýrarbara tíðin verur nýtt til arbeiðsuppgávur, sum hava veruligt virði fyri fyritøkuna.

Fyribyrg og slepp undan tí mesta av pseudoarbeiðinum tit gera

Uppáhaldið er eyðsæð. Stórt sæð allar organisatiónir hava pseudoarbeiði og flestu starvsfólk og leiðarar klára – uttan at hugsa seg um serliga leingi – at eyðmerkja okkurt arbeiði tey gera, sum pseudoarbeiði. Altso arbeiði, sum í veruleikanum onga meining gevur og sum eingin eftirspyr.

Allar privatar fyritøkur kunnu gera okkurt við tað.
Beinanvegin.

Men nógv innan almenna geiran líða undir, at tey noyðast at útinna pseudoarbeiði, tí hetta er beinleiðis viðtikið í einari lóg.
Men heldur ikki her er uppgávan ógjørlig.

Starvsfólk og leiðarar kunnu saman eyðmerkja bæði sjálvgjørt pseudoarbeiði – og tað sum grør og økist av teimum lógum og reglum, sum tit hoyra undir.

 

Lær um hetta >>

Á hesum skeiðinum greiðir Dennis Nørmark frá um hugtakið pseudoarbeiði og presenterar ein einfaldan máta til at eyðmerkja og definera pseudoarbeiði á tykkara arbeiðsplássi. Við konkretum dømum, íblástri og amboðum eggjar hann til vit stríðast ímóti pseudoarbeiði, fyribyrgja at tað kemur yvirhøvur kemur fyri. Sum luttakari, fært tú sjálvsagt eisini høvi til at bjóða honum av.

  • Lýsing av pseudoarbeiði – hvat er pseudoarbeiði á tínum arbeiðsplássi?
  • Finst pseudoarbeiði á tínum arbeiðsplássi?
  • Hvussu varnast tit pseudoarbeiði?
  • Hvør er tín kensla, tað arbeiði tit gera, gevur tað virði og meining hjá teimum, sum útføra tað? Gevur tað virði til arbeiðsplássið?
  • Eyðmerking av møguligum pseudoarbeiði og pseudoinnsatsum. Hvussu stórur er trupulleikin?
  • Hvussu kunnu vit sleppa av við pseudoarbeiði?
  • Hvussu kunnu vit justera okkara uppgávur, so vit í minst møguligan mun noyðast at útføra pseudoarbeiði?
  • Hvussu kunnu vit fyribyrgja at pseudoarbeiði uppstendur?

Undirvísari er Dennis Nørmark

Dennis Nørmark er antropolog, rithøvundur, fasilitator, fyrilestrarhaldari og skeiðleiðari. Hann er helst best kendur sum rithøvundurin aftanfyri metsølu bókina Pseudoarbejde og er kendur sum ein dugnaligur miðlari av gransking. Tí er hann ofta at síggja á sjónvarpsskíggjanum og hoyra í útvarpinum. Hann er opinskáraður, men neyvur analytikari av samfelagsligum, politiskum og mentanarligum spurningum. Hann hevur leiðsluroyndir, eitt nú sum næstformaður í nevndini hjá DR.

 

Pseudoarbeiði

Tey flestu av okkum vita hvat man meinar við, tá vit siga pseudoarbeiði. Bæði sum privatpersónar og starvsfólk merkja vit, at tað er okkurt um tað, sum rithøvundarnir Dennis Nørmark og Anders Fogh Jensen tosa um í bókini hjá teimum Pseudoarbejde. Spurningurin: “Nær blivu vit so upptikin av at gera einki?”, er kanska at gera ov nógv av. Men fá av okkum eru í iva um, at partar av teimum rutinum og uppgávum, sum vit sjálvi ella okkara starvsfelagar gera, nokk ikki altíð gevur direkta virði ella meining. Hvørki fyri okkum sjálvi, sum gera arbeið og heldur ikki fyri tað organisatión, sum vit arbeiða fyri.

 

Hvat hevur tú við tær heim?

Endamálið við degnum er m.a. at allir luttakararnir fáa eyðmerkt í minsta lagi eitt ting, sum tey ongantíð aftur fara at gera aftaná skeiðið. Tað kann vera ein verkætlan, ein uppgáva ella ein rutina, sum verður løgd til viks, hóast tað er tikin avgerð um, at hon skal gerast. Eisini fert tú at læra, hvussu tit fyribyrgja pseudoarbeiði.

Dagurin er fullur av dømum og konkretum amboðum.

 

Luttak 2-3 frá sama arbeiðsplássi

Dennis Nørmark viðmælir, at tit eru min. 2 – helst 3 – sum luttaka frá sama arbeiðsplássi. Soleiðis kunnu tit gjøgnum dagin kjakast út frá tykkara egna arbeiðsumhvørvið. Tað verður eitt fet lættari at eyðmerkja og seta í verk broytingar aftaná. Hevur tú tó bara møguleika at koma sjálv/ur, fært tú eisini nógv burturúr. Tað gevur avgjørt eisini meining, at møta einsamøll/ur.

 

Eru tit 3, fáa tit 10% í avsláttri!

 

 

 

 

 

 

 

 

Details

Date:
21. oktober 2022
Time:
09:00 - 16:00
Cost:
kr.4.840,00
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available