Loading Events
Skeið 31. aug. - 3. mar. 2021

Videoskeið | Hekkla ommuteppi | Tak skeiðið tá tú hevur tíð!

31. aug. - 3. mar. 2021
08:00 - 17:00
Tilmeldingarfreist
31. desember 2020, 12:00
Online:)
150,- v/MVG
Kostnaður
Melda til

OBS! Byrjunnardato’in er ikki tann, ið stendur í yvirlitinum omanfyri.

Keypir tú skeiðið í dag, fært tú leinkju til login í dag!

So tað byrjar, so skjótt tú hevur teknað teg 😉

Sí niðanfyri, hvussu tú fært atgond til skeiðið >


“Eg elski mítt ommuteppi, sum mamma hevur hekkla”


  • Hevur tú leingi droymt um, at hekkla eitt ommuteppi?
  • Til tín sjálvs ella kanska til onkran sum tú ert góð/ur við?
  • Men dugur tú ikki ordiliga?
  • Veitst tú ikki hvussu nógv tú skalt taka uppá?
  • Ella hvussu tú skalt hekkla puntarnar pent saman?
    – uttan at tað tekur eitt ár?
  • Kundi tú hugsa tær at lært, at hekkla penar kantar?

Hvussu gongur tað fyri seg?


Skeiðið er bygt upp soleiðis, at tú fært atgongd til eina síðu við videoklippum, sum vísa tær, hvussu tú skalt hekkla eitt teppi. Videoklippini hava hesar yvirskriftir >>

  • Hekkla 3 sløg av maskum | 3 videoklipp
  • Hekkla einslittar puntar | 4 videoklipp
  • Hekkla puntar í fleiri litum | 4 videoklipp
  • Hekkla “rundar” puntar | 4 videoklipp
  • Hekkla puntarnar saman til eitt teppi | 2 videoklipp
  • Hekkla penar kantar | 5 videoklipp

Tú kanst læra teg at hekkla í egnari ferð.
Tú kanst hyggja umaftur og umaftur 😉

 


Á hesum onlineskeiðið,
lærir tú at hekkla puntar og kantar til eitt ommuteppi

– uttan at hava 1000 endar at hefta!

 

 

 

Hvussu fái eg atgongd til skeiðið?
Rinda við gjaldskorti


Vit hava tíverri ikki eina automatiska skipan, sum gevur tær atgongd til videoklippini, men vit royna tó, at gera tað uppá skjótasta máta >>

  • Rinda skeiðið við gjaldskorti.
  • Fært tú ikki goldið við gjaldskortið, fært tú eina rokning. Vel “flyting sama dag”.
  • Tá tú hevur goldið, send ein t-post til Ásu um, at tú hevur goldið | asa@synergi.fo.
  • So skjótt peningurin er á konto hjá Synergi, sendir hon tær login til síðuna, har tú finnur skeiðið.
  • Blívur tú ótolin, so send henni ein SMS á tel. nr. 227464.
  • Tú hevur atgongd til videoklippini til og við 31. desember 2020.
  • Tú kanst soleiðis spæla tey umaftur og umaftur.

 

 

Hekkla eitt ommuteppi uppá 1 mðr. >>


Kom og lær hvussu tú kanst brúka tínar restir til tað lekkrasta og hugnaligasta teppi, sum tú fert at elska. Hekklar tú í miðal 4-5 puntar um dagin, so hevur tú eitt deiligt og ordiliga flott teppi til sofuna.

 

 


OBS! Vit hava gjørt skeiðið ordiliga bíligt, tí mugu vit líka nevna, at tá tú keypir skeiðið, er tað til persónliga nýtslu. ❤️ Dámar tær skeiðið, ert tú sjálvandi vælkomin til at viðmæla tað til onnur. ❤️

 

 

Details

Start:
august 31 @ 08:00
End:
3. mars 2021 @ 17:00
Cost:
DKK120
Event Categories:
,

Venue

Online
Online:) Faroe Islands + Google Map
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Onlineskeið | Hekkla ommuteppi
OBS! 150 kr. v/mvg.
DKK 120,00
Unlimited