SYNERGI – 20 ÁR VIÐ LÆRING!
Í sambandi við at Synergi fylti 20 ár 11.11.2023,
ynskja vit at bjóða tær við til eitt…
ókeypis kvøldskeið í MINNISTEKNIKKI 🤩
TAKK FYRI tú sigur frá:
Bíðilisti er til tiltakið, um tú fært forfall, vinarliga sig okkum frá, skriva til synergi@synergi.fo ella ring 322355/222355/225462 helst innan kl. 15.00 hósdagin
Kundi tú hugsað tær at duga teknikkin at minnast?
Hendir tað av og á – ja, ella kanska ov ofta – at tú gloymir okkurt, sum tú so heilt víst ætlaði tær at minnast?
So er minnisteknikkur kanska júst nakað fyri teg 👌
- Hvussu klárar “Anden” (Anders Matthesen) at minnast 2 heilar tímar av skemti út í eitt?
- Hvussu mintist Cicero sínar tímalongu talur uttanat?
- Hvussu kanst tú, sum skeiðsluttakari, minnast 20 tilvindarligt orð (og teirra raðfylgju) eftir bert fimm minuttum?
SVAR: Við at læra slóðbrótandi minnisteknikk, sum nógv, ið ynskja at minnast væl, hava lært seg!
Nú fært tú møguleika at læra teg teknikkin – púra ókeypis!
Aftaná skeiðið klárar tú at minnast eina rúgvu uttanat, so sum: tín kalendara, talur, nøvn, føðingardagar, listar, avtalur, árstøl vm.
Tað er næstan gandur 😎
Tú fert heilt víst at fáa eina aha-uppliving, tá tú hevur roynt teknikkin 🧐
Hvør eigur at koma á skeiðið?
Skeiðið er ætlað øllum, sum kunnu hugsað sær minnast betri. Tað kundi verið í samband við arbeiði, skúla ella privat.
Á skeiðnum verður eisini ein drekkamunnur við lekrari føðingardagskøku frá Gómagott afturvið 😋
Verð hjartaliga vælkomin!
GG! Plássið er avmarkað – først til mølle.