Loading Events
Skeið 5. - 6. oktober 2020

Office 365 | Grundskeið

5. - 6. oktober 2020
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
Freistin er farin
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
6880 u/Mvg
Kostnaður
Melda til

“Mær dámdi væl, at skeiðið fór so víða í 365 og at vit fingu høvi til at uppliva 365 í praksis”


Fá yvirlitið og lær at gagnnýta Office 365 til fulnar!


Hava tit Office 365, men gagnnýta tað faktiskt ikki?
– so er tað nú tú kanst koma í gongd

Nógv føroysk arbeiðspláss hava licens til Office 365.

Men brúka tað ikki.

Nógv vita ikki av, at hevur tú licens til Office 365, so hevur tú atgongd til so nógv meiri enn bara Word, Excel, Outlook og PowerPoint? Eitt nú Teams, Planner, Outlook bólkar, OneDrive osfr.

Forrit sum eru við til at gera dagligdagin hjá tykkum nógv lættari.

  • Hava tit eisini Office 365?
  • Men nýta tit tað næstan ikki?
  • Ella brúka tit tað (næstan) bara uppá gamla mátan. Sum einkultstandandi forrit? Sum Word, Excel, Outlook osfr.?
  • Saknar tú eitt yvirblikk yvir og innlit í, hvat Office 365 er fyri nakað? Tí tað er rættiliga torført at seta seg inn í tað sjálv/ur?
  • Kundi tú hugsa tær at lært meiri um, hvørjir møguleikar eru?
  • So tú fært brúkt tað meiri optimalt! Eftirsum tit longu gjalda fyri tað….

So er bara at ogna tær eitt av plássunum, til hetta skeiðið um Office 365!

___

 


“Eg fekk eitt greitt yvirlit yvir Office 365 pakkan og nýggju møguleikarnar fyri okkara arbeiðspláss. Sera gott!”


 

 

Kom og set teg inn í Office 365!
– og lær alt um, hvussu tit kunnu gagnnýta tað
!

____

Kom við og fá fulla nyttu av Office 365!

Á skeiðinum fært tú eina gjølla gjøgnumgongd av amboðnum og møguleikunum í Office 365 og hvussu tey supplera hvønnannan. Vit læra m.a. um OneDrive, Outlook-bólkar, Teams, Planner umframt apps á fartelefonini.


Vilt tú vita meir, áðrenn tú teknar teg?

 

Sera væl nøgd. Komu væl runt í tilfariðnum. Saknaði ikki nakað.

– Judi Holm, Varðin Pelagic P/F

Tveir dagar samanhangandi við lýsing av fleiri skipanum gav eina góða heildarmynd av Office 365 amboðnum, samstundis sum stundir vóru at fara í ymsar smálutir, sum høvdu okkara serliga áhuga. Eg fekk eisini fleiri góð tips og triks til snarvegir, sum spara tíð. Mær dámdi serliga væl skiftini millum kunning og uppgávur, sum vit skuldu royna at gera sjálvi. Eg ivaðist í, um tað fór at vera ov grundleggjandi skeið, ganga ov seint fyri seg, men tað gjørdi tað ikki.


– Annika Sølvará, Granskingarráðið

Gott at fáa brúkaravegleiðing heim við, tá er meiri sannlíkt at ein kemur í gongd við at brúka tað ein hevur lært. Eftirmeting 10.

– Anna Margretha Otthamar, SEV

Eg eri fegin um, at eg kann velja at taka slík skeið í Føroyum. Eg vænti, at eg fari at royna at koma í gongd við at brúka OneNote.
Eftirmeting 10.

– Anna Margretha Otthamar, SEV

Sera gott, góðar umstøður og góður skeiðshaldari. Skeiðsleiðarin gav sær tíð at lurta og hjálpa luttakarunum.

– Høgni Hansen , Faroe Fish Marked

Details

Start:
oktober 5 @ 09:00
End:
oktober 6 @ 16:00
Cost:
$6880
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Office 365 - grundskeið
DKK 6.880,00
11 available