Loading Events
Skeið 20. mai 2021

Munnligur framløguteknikkur

20. mai 2021
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
14. mai 2021, 00:00
Áarvegur
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
2280 u/mvg
Kostnaður
Melda til

Munnligur framløguteknikkur

→ Fá áhoyrararnar at lurta

→ Fá tín boðskap at sita fast

→ Statt fram við sjálvsáliti

 

Munnligar framløgur fylla nógv í modernaða (arbeiðs)lívinum:

  • vit halda upplegg
  • vit leggja fram vitan
  • vit motivera
  • vit leggja fram hugskot
  • vit kanna og læra frá okkum
  • vit bjóða vælkomin til fundir
  • vit seta eru orðstýrar til tiltøk o.s.fr.

 

Munnligar framløgur er nakað, nógv fólk halda vera avbjóðandi, men tað er í roynd og veru eitt handverk, tú kanst læra!

Tí, at ein væleydna munnlig framløga, er ein spurningur um teknikk og venjing.

 

Á skeiðinum lærir tú handverkið “framløguteknikkur”. Tú lærir ar brúka kropp og rødd til at standa fram við sjálvsáliti. Tú fert at læra teknikkir, sum hjálpa tær at byggja framløguna upp á ein góðan hátt. Tú fært amboð til at gera tína framløgu meira livandi. Og tú lærir hvussu tú kanst fáa áhoyrararnar at minnast tín boðskap.

Skeiðið tekur útgangastøði í retorikkinum og í tí retorisku siðvenjuni fyri at samhugsa teori og praksis. Teir ymisku retorisku teknikkirnir verða á skeiðinum vístir á video og við praktiskum venjingum. Harafturat skalt tú líðandi knýta teir retorisku teknikkirnir til eina framløgu eftir egnum vali.

Vælkomin á eitt sera gevandi skeið í munnligum framløguteknikki.

Hann dugdi væl at lýsa munin millum skrivaða og talaða orðið, og týdningin av at vera autentiskur, í tí ein ber fram.

– Luttakari 2020

Jonas var ein livandi og góður undirvísari

– Jaspur Langgard

Details

Date:
mai 20
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
$2280
Event Categories:
, ,

Organizer

Synergi

Venue

Hotel Hafnia
Áarvegur
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
313233
Website:
www.hafnia.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Munnligur framløguteknikkur
DKK 2.280,00
34 available