Kom og fá tína leiðslurollu at kennast nógv lættari – óansæð hvat fyri leiðarastarv tú hevur!
Og uttan at tað kostar ein trolara!
Ein útbúgving fyri stjórar, millumleiðarar, deildarleiðarar, projektleiðarar, starvsfólkaleiðarar og onnur leiðsluáhugaði.
Hevur tú eina góða fakliga útbúgving? Men saknar tú nýtilig og praktisk leiðsluamboð?
Hevur tú verið leiðari í nøkur ár?
Ella ert tú kanska júst blivin leiðari?
Hevur tú eina góða fakliga útbúgving, men følir tú, at tær væntar nøkur amboð, fyri at blíva ein ordiliga góður leiðari eisini?
Veitst tú intuitivt (nøkunlunda í hvørtfall) hvørjar avgerðir tú skalt taka og nær?
Men ert tú kanska eitt sindur ósikkur uppá, um tað nú er tann rætta leiðin? Ella rætta løtan?
Tí tú hevur ikki teori’ina uppá pláss?
Manglar tú sparring frá øðrum leiðarum?
Saknar tú nýtilig og praktisk leiðsluamboð, so tú ert meiri yvirbevíst/ur í, at tú tekur rættar og væl undirbygdar avgerðir?
So ert tú komin á rætta stað!
Á okkara MiniMBA, lærir tú at taka væl undirbygdar avgerðir. Fyrr hevði tú kanska eina kenslu av, at tað var meiri tín egna lummafilosofi, sum var grundarlag undir tínum avgerðum. Men nú fert tú at blíva nógv tryggari við tínar egnu avgerðir.
Mest ambitiøsa Mini MBA í Danmark, ment av Steen Hildebrandt – nú eisini í Føroyum fyri fjórðu ferð!
Steen Hildebrandt, professari, er helst størsta navnið í Danmark innan leiðslu. Tí er tað ikki av tilvild, at Aros hevur biðið hann lagt grundina fyri Aros Mini MBA. Hann veit, hvat krevst av einum MBA. Hann hevur tryggjað, at siðbundnu MBA-prinsippini eru løgd inn í okkara Mini MBA, og hevur valt út nakrar av bestu undirvísarum í Danmark. Tí eru vit errin av at siga, at vit hava gjørt samstarv við Aros, um at bjóða hesa Mini MBA út í Føroyum, ein Mini MBA, ið hevur eitt fakligt støði, sum hevur uppiborið MBA-heitið.
Steen Hildebrandt og Aros hava saman skipað eina ambitiøsa læringsgongd, sum gevur tær fakliga og praktiska vitan um leiðslu, og sum tryggjar tína persónligu menning sum leiðari.
Leiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar, og samstundis fært tú nýggjastu vitanina innan leiðslu. Harafturat gerst tú limur í Aros Management Club, har limaskapurin gevur ókeypis atgongd til eksklusivu fyrilestrarnar, masterclasses og netverkstiltøk. Útbúgvingin gevur ikki ECTS.
Hví hevur Steen Hildebrandt valt at menna eina MiniMBA?
Steen sigur í einari samrøðu, at hann hevur leingi haft ta fatan, at tað manglar eitt slag av meiri ”fólksligari” versión av einari MBA. Ein versión, sum ber til at taka hjá flestu leiðarum, tá hugsað verður um økonomi og tíð. Ein opin og meiri gjøgnumskygd útbúgving. Sum hendan, sum hann hevur ment saman við Aros Business Academy, og sum vit hjá Synergi eru glað fyri, at bjóða út í Føroyum.
Hann sigur, at sjálvsagt kunnu vit á MiniMBA’ini ikki fara í dýbdina við øllum, men ein MiniMBA hevur tey somu fakini – og viðgerð somu tema – sum tær ymisku MBA’irnar á universitetunum.
9 góðar orsøkir at taka eina Mini MBA!
Tú fært yvirblikk yvir hvønn veg tú skalt fara sum leiðari, hvussu tekur tú góðar avgerðir fyri arbeiðsplássið, starvsfólkini og teg sjálvan, so tit saman kunnu menna eitt gott og mennandi arbeiðspláss.
Tú fært eitt breitt netverk, sum tú kanst sparra við á framtíðar leiðsluleið tíni.
Tú fært stundir til, at fara upp í tyrluperspektiv.
Tú fært ein amboðskassa til at hyggja frameftir og verður meira tilvitað/ur um tínar styrkir og veikleikar.
Tær torføru samrøðurnar verða slett ikki so torførar longur. Tú lærir hvussu tú skalt gera, so tær verða ein meiri náttúrligur partur av tínum samskiftið við starvsfólkini.
Tú fært eina sera ambitiøsa Mini MBA, sum er ment í samstarvi við fremsta leiðsluserfrøðinginum í Danmark, Steen Hildebrandt professara.
Pensum á leiðsluútbúgvingini er einans bókmentir frá virdum rithøvundum og granskarum! Harafturat er tilfarið í høvuðsheitum á donskum og er vert 2.500 kr.
Leiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar, harafturat fært tú vitan um framtíðar leiðslu.
Tú gerst limur í eksklusiva Aros Management Club.
Luttakarar siga >>
“Eg kann viðmæla MiniMBA’ina til øll við leiðsluábyrgd, tí tað gevur høvi at venda og umhugsa ymisk viðurskifti ein ikki gáðar um í dagligdegnum. Her eru nógvar aha’upplivingar at heinta.”
Aslaug Gisladóttir, Betri
“Eg havi praktiskar leiðsluroyndir, men fekk meira teoretiska erfaring og persónlig amboð, til at menna meg víðari sum leiðara.”
Bjørg Árnadóttir, Damfar
“Eg havi fingið massar av vitan og amboð til at loysa ymiskar leiðsluuppgávur. Tað hevur verið fantastiskt.”
Gunnvá Svartá Wennerström, Skemman
“Samanhangurin frá strategi niður til persónliga leiðsluskapin, hvussu alt hongur óloysiligt saman. Ikki tí at eg ikki visti hetta, men at fáa týðiliggjørt tað, er sera gott.”
Luttakari – 2019
“Eg havi fingið fleiri amboð á einum leiðslustøðið, sum avgjørt kunnu virka fyri einum betri úrsliti í fyritøkuni eg arbeiði í. Tað hevur verið gevandi bæði fakliga og persónliga. Og eg kann nýta amboðini beinleiðis í mínum dagilga arbeiði.”
Luttakari – 2019
“Lærdi hvussu týdningarmikið tað er, at verða sterk í relatiónini …. og um grundvirðini og kulturin á einum arbeiðsplássið.”
Majbritt Holm
“Tað var ordiliga gott, at tað var praktiskt og at tað var okkara dagligdagur og okkara royndir, sum vóru brúktar í undirvísingini. Virkuliga dugnaligir, royndir og inspirerandi undirvísarar.”
Rikke Elberg Glashoff | RS Components A/S
“Sera spennandi við virkuliga kompetentum undirvísarum. Fekk eitt gott netverk, hóast vit høvdu sera ymiska bakgrund, vitan og fokusøkir í okkara dagliga lívið.”
Hanne Lillelund Mortensen | Vestas Wind Systems A/S
“Takk fyri eina fantastiska tilgongd. Eg havi veruliga ment meg. Super professionel útbúgving. Dugnaligir undirvísarar við royndum frá veruliga lívinum. Tit hava eitt super produ kt!”
Per Kongstad Slot | Nordea
NB! Eru tit fleiri frá sama arbeiðsplássið, bjóða vit ein avsláttur á kr. 1.500 + mvg. pr. luttakara!
“Eg kann viðmælað skeiðið til leiðarar ella komandi leiðarar, sum ynskja at menna seg persónliga, og annars fáa ein amboðskassa til at hyggja frameftir og verða meira tilvitað um eins styrkir og veikleikar.”
Bjørg Árnadóttir, Damfar
Vilt tú fegin blíva ein góður leiðari? Bæði fyri tína egnu skuld og títt arbeiðspláss? >> So tekna teg í dag! <<
Undirvísing, venjingar, lestrarbólkar, pensum og próvtøka
Aros Mini MBA er sett saman av 6 modulum við 6 undirvísingardøgum í 6 mánaðir (altso eitt modul og ein undirvísingardag um mánaðin í 6 mánaðir).
Til hvønn undirvísingardagin skalt tú lesa eitt pensum upp á umleið 200-300 síður. Og aftaná hvønn undirvísingardagin fært tú nakrar einstaklingsvenjingar og skal hittast við lestrarbólkinum hjá tær (tað er tó ikki krav, at tú luttekur í venjingum og lestrarbólki).
Eftirútbúgvingin endar við einari lítlari próvtøku.
Yvirlit yvir modulini >>
MODUL #1
Strategisk leiðsla. Visiónir og strategiskar prosessir í einum broytiligum heimi. Leiðsla og burðardygd í nútímans fyritøkuni
– Undirvísararar: Henrik Ørholst og Steen Hildebrandt
Strategi snýr seg m.a. um at vera framtíðarhugaður. Leiðsla snýr seg m.a. um at binda saman nútíð og framtíð. Hon snýr seg um at skilja missiónina og visiónina hjá fyritøkuni og um at menna tær strategiir og ætlanir, sum skulu bera fyritøkuna inn í framtíðina.
Strategiska leiðslan er avgerandi, tá tað snýr seg um framtíðarmøguleikarnar hjá fyritøkuni, og í hesum modulinum gjøgnumganga vit hugtøk og fyrimyndir, sum hava týdning í hesum høpi.
Tí leggja vit í fyrsta modulinum í mini MBA’ini dent á grundleggjandi vandamál viðvíkjandi strategi – vit viðgera viðurskifti og ávirkanir bæði heima og í altjóða høpi. Heimurin rundan um fyritøkurnar er í støðugari broyting, og hetta hongur saman við, hvør strategisk støða og leiðsla, ið myndar fyritøkuna. Hvat er strategiska støðan og dagsskráin hjá fyritøkuni, og hvussu verða strategiskar greiningar gjørdar, og hvussu vera strategiskar avgerðir tiknar og tiltøk sett í verk í fyritøkuni? Samleikin og missiónin hjá fyritøkuni eru grundleggjandi útgangsstøði fyri hetta arbeiðið.
Tema, sum vit fara at viðgera á degnum (og í lesingini):
Missión, visión og strategi
Strategisk ráðlegging og leiðsla
Strategi og virkisfyriskipan
Umheimurin og tey, sum hava áhuga í fyritøkuni
Burðardygd
Strategi og virkismenning
Strategiverkseting
Steen Hildebrandt verður við online. Hann hevur tað fyrsta uppleggið og tað ber til at seta spurningar og kjakast live við hann. Fyrsta dagin møta vit kl. 08.00.
___________________
MODUL #2
Frá strategi og megatrends til gerandisdag: Hvussu kanst tú sum leiðari byggja eitt undirstøði fyri menning av tínari fyritøku?
– Undirvísari: Claus Fadum Nissen
Um strategi er ein lýsing av, hvat endamálið er við fyritøkuni, er virkisfyrimyndin ein lýsing av, hvussu tú fert at røkka málinum. Við øðrum orðum: Um tú arbeiðir við strategiini eina ferð um árið, arbeiðir tú við virkisfyrimyndini hvønn dag!
Hetta er orsøkin til, at annað modulið í Mini MBA’ini leggur dent á virkisfyrimyndir, og hvussu tú sum leiðari kanst arbeiða við teimum. Og endamálið við modulinum er – púra einfalt – at búgva teg til hetta arbeiðið!
Tí byrja vit við at zooma út á megarákini, sum komandi nógvu árini fara at ávirka tín veruleika og tíni evni at røkka strategisku málunum, sum fyritøkan hevur sett sær. Tað eru fleiri ítøkilig viðurskifti, sum antin fara at fáa ella longu hava ávirkan á fyritøkuna hjá tær. Tá vit kanna hesi viðurskiftini nærri, verður tú betur før/ur fyri at stinga eina kós út í kortið saman við og fyri starvsfelagarnar.
Vit vísa tær amboð, sum geva tær førleika til neyvt at eftirkanna staklutirnar í fyritøku tínari og samanhangirnar teirra millum. Sum leiðari fert tú at kunna nýta amboðini at kjakast um avbjóðingar við leiðslufelagar tínar og gera eitt undirstøði fyri samstarv og samskifti, sum kann gera allari fyritøkuni greitt, hvagar leiðin gongur.
Tema, sum vit viðgera á degnum (og í lesingini):
Megarák og hvussu tey ávirka heimin og teg
Ítøkilig ávirkan frá robottum, individualisering, talgilding v.m.
Virkisfyrimyndir í gjár, í dag og í morgin
Disruption – hvat er tað, og hvussu arbeiða vit við tí?
Ávirkanir í ymiskum vinnugreinum og geirum – einskilt/alment, stór/smá, úti/heima
Hvussu arbeiði eg sum leiðari við hesum?
___________________
MODUL #3
Starvsfólkaleiðsla. Menniskjað í nútímans einskildu og almennu fyritøkuni. Fyritøkumenning, toymisleiðsla, sjálvsleiðsla, coaching
– Undirvísari: Mie Krog
Starvsfólkaleiðsla og Human Resource Management snúgva seg m.a. um leiðslu av menniskjum og menning av fyritøkum. Menniskju eru í miðdeplinum í øllum fyritøkum. Menniskju, førleikar, mentan saman við tøkni, infrakervi o.ø. eru grundarlagið fyri øll sløg av úrslitum, ið verða rokkin í nútímans fyritøkuni.
Ein fyritøka er sett saman av menniskjum. Í einihvørjari fyritøku eru fleiri hugtøk og spurningar, sum snúgva seg um menniskju, bæði einstaklingin, bólkar og alla fyritøkuna. Her eru HRM, leiðsla, fylgi, samstarv og samrøða øll týdningarmikil.
Menniskjað og menniskjalig sambond eru í miðdeplinum. HRM-hugtakið og praktiska arbeiðið við mátingum í HRM verða viðgjørd. Menniskja-, fyritøku- og samfelagsáskoðan eru týdningarmikil tema. Bólkatilgongdir, ósemjur, sambond o.a. eru fyribrigdi, sum eyðkenna lívið í einihvørjari fyritøku. Hvussu skulu vit arbeiða leiðsluliga og menningarliga við menniskjum og bólkum av menniskjum? Hvussu arbeiða vit við fundum, samráðingum, ósemjum, samrøðum, leiðslumenning v.m.?
Tema, sum vit fara at viðgera á degnum (og í lesingini):
At leiða onnur
Leiðaraleiklutir
Leiðsla í ymiskum sløgum av fyritøkum
Leiðsla tá gongur við og tá gongur ímóti
Virðisgrundað leiðsla
Performancegrundað leiðsla
Margfeldisleiðsla
Starvsfólkamenning
At leiða seg sjálvan
___________________
MODUL #4
Broytingar. Leiðsla av broytingum og tilvitað arbeiði við resiliens.
– Undirvísari: Joachim Steenstrup
Broyting er ein grundleggjandi fortreyt í nútímans fyritøkum. Fyri fáum árum síðani tosaðu vit at kalla einans um tær broytingarnar, sum fyritøkan sjálv ætlaði at gera. Í dag er neyðugt eisini at fylgja við í teimum broytingunum, sum koma uttanífrá – ofta óvæntaðar og órógvandi. Tí seta vit í hesum modulinum sjóneykuna á øll sløg av broytingum, og vit leggja dent á at skilja, hvussu menniskju bera seg at í mun til broytingar.
Strategi og broyting hanga saman. Broyting er heldur ein støða enn eitt undantak. Allar fyritøkur (og leiðarar teirra) eiga at duga at skilja og handfara broytingar; bæði broytingar uttanífrá og broytingar, sum byrja í fyritøkuni. Tí fert tú í hesum modulinum at læra at skilja broytingarhugtakið; tey ítøkiligu, skipanarligu, hugsanar- og kensluligu brigdini av broyting. Hvussu skulu vit skilja samanhangirnar millum hesi ymisku brigdini av broyting? Í hesum sambandi fara vit eisini at viðgera váða- og tøknileiðslu. At enda fara vit at tosa um resilienshugtakið, bæði viðvíkjandi fyritøku og einstakling.
Tema, sum vit viðgera á degnum (og í lesingini):
Innovatión og innovatiónsleiðsla
Broytingar og broytingarleiðsla
Fyriskipanarligir samanhangir
Resiliens og tilvitað arbeiði við resiliens
Tann brennandi pallurin
Samstørv
Verktøka
Tøkniligir broytingar
Váðaleiðsla
___________________
MODUL #5
Produktivitetur. Búskapur. Máting av úrslitum. Virkismenning.
– Undirvísari: Bent Jørgensen
Leiðsla og fyriskipan snúgva seg um at fáa úrslit. Í nógvum støðum eru búskapur og tøl ein týðandi partur av leiðslu. Hugtøk frá roknskapar- og búskaparstýringini kunnu hava týdning fyri at fáa gjøgnumskygni og ávirkan í gerandisdagin.
Tosað verður um hugtakið “virksemið”. Men hvør virkisfyrimynd og -hugsanarháttur eyðkennir fyritøkuna? Búskapur og leiðsla verða ofta hildin at vera tað sama, og í øllum førum eru roknskapurin, úrslitini og vakstrarfatanin í miðdeplinum. Tosað verður ikki bara um ein, men um fleiri roknskapir.
Í hesum sambandi hevur máting stóran týdning: Hvat skal fyritøkan hjá tær máta, og hvussu skulu tit máta og miðla hetta? Produktivitetur, effektivitetur og góðska eru trý samanhangandi og týdningarmikil hugtøk. Hvussu væl dugir fyritøkan at gagnnýta neyðuga tilfeingið við atliti at framleiðslu av góðsku og nøgdsemi hjá viðskiftafólkinum hjá fyritøkuni, keyparum og brúkarum?
Tema, sum vit viðgera á degnum (og í lesingini):
Roknskapir og úrslit
Umhvørvis- og vitanarroknskapir
Máting, leiðsla og stýring
Leiðslufrágreiðing
Skipan, strategi og máting
Performance management
Dimensiónir í vøkstrinum
Lean-leiðsla
___________________
MODUL #6
Leiðarin sum persónur og samskiftari. Persónlig leiðsla og samskifti. Strategisk og persónlig ávirkan, relatiónir og leiðslusamskifti.
– Undirvísari: Annette Spanggaard
Leiðsla og fyristøða. Í hesum modulinum seta vit sjóneykuna á persónligu fyristøðuna. Persónleikin og samskiftið hjá leiðaranum, tín persónliga menning, leiklutir og autentisitetur eru í miðdepli.
Leiðsla og fyristøða verða útint av persónum. Sambond við onnur menniskju, fyritøkur og áhugað eru týdningarmikil. Ein fyritøka er sett saman av sambondum millum menniskju og deildir, og sjálv fyritøkan er til í torgreindum netverkum. Í hesum modulinum eru bæði persónleiki og sambond í miðdepli, og vit seta sjóneykuna á leiðaran sum persón og samskiftara. Saman við sambondum eru hugtøk sum leiklutir, persónleikatypur, miðlan og samrøða, vitanardeiling og samstarv í brennideplinum. Vit viðgera hesi tema og kanna tey frá ymiskum sjónarhornum og við kritiskum eygum.
Tema, sum verða viðgjørd á degnum (og í lesingini):
Strongd í fyritøkum – kreppur og broytingarleiðsla
Sí her hvat luttakarar siga >>
Pensum
Sum nakað serligt fyri Aros Mini MBA hava Steen Hildebrandt og undirvísararnir sett saman títt pensum, so tekstirnir í høvuðsheitum eru á donskum. Tað er gjørt, av tí at granskingin vísir, at tað er lættast at læra á sínum móðurmáli – eisini hóast tú dugir væl enskt. Danskt er ikki føroyskt, men flestu føroyingar lesa og skilja danskt eins væl og teir skilja føroyskt. Nakrar av bókunum finnast sum ljóðbók. Ynskir tú at fáa alt lisið upp, ber til at brúka onkra app, taka mynd av síðunum og so fáa tað lisið upp.
Tekstirnir eru eitt bland av týðingum av altjóða “must-reads” og bestu donsku bókunum og greinunum. Harafturat hava er ein røð av valfríum eykalesingum millum tær ensktmæltu businessbøkurnar, sum enn ikki eru týddar til danskt.
Allar greinirnar og bøkurnar, sum tú skalt lesa, eru sjálvandi skrivaðar av viðurkendum fakfólki, leiðarum og serfrøðingum.
Hjá Aros Mini MBA eru ongar greinir, sum lesandi ella tey sjálvi hava skrivað. Eitt tað týdningarmesta, tá tú velur útbúgving, er, um tað eru dugnaligir undirvísarar og gott pensum. Hesir báðir tættirnir hava nevniliga størsta týdningin, tá tað kemur til góðskuna á tínari læring.
Tí er fullkomið gjøgnumskygni í sambandi við hesa útbúgving, so tú veitst, hvør kemur at undirvísa og hvat tú skalt lesa.
Venjingar við støði í tær!
Fyri okkum snýr Aros Mini MBA seg um, at tú veruliga fært betri førleikar. Og ein lyklatáttur í hesum er, at tú fært ítøkiliga venjing.
Tí eru venjingar lagdar millum allar undirvísingardagarnar. Venjingarnar snúgva seg allar um at seta ástøðið og tey nýggju amboðini í samband við teg sum leiðara (ella komandi leiðara) og títt arbeiðspláss – so tú og arbeiðsgevarin fáa fullan ágóða av tínari Mini MBA.
Venjingarnar eru ikki kravdar, og tað er upp til tín, hvussu nógv tú fert at arbeiða við teimum. Venjingarnar eru útgangsstøðið fyri fundirnar við lestrarbólkinum (eisini valfríir).
Fá nógva sparring í lestrarbólkinum!
Vit býta tey lesandi upp í lestrarbólkar, sum hittast 5-6 ferðir, meðan útbúgvingin er. Í lestrarbólkunum kunnu tit kjakast um pensum og venjingar – og ikki minst skifta orð um royndir og fáa sparring upp á støðurnar hjá tí einstaka lesandi og leiklutin sum leiðari. Luttøka í lestrarbólki er ikki eitt krav. Men vit viðmæla tað, av tí at tú fært nógv burturúr og er ein týðandi liður í útbúgvingini. Ein annar háttur at læra og fáa vitan uppá.
“Átakið við lestrarbólkum er sera gott. Og fundirnir við lestrarbólkinum hava kanska tvífaldað, hvussu nógv eg fekk burtur úr útbúgvingini” – Jacob Christiansen, Orkla Foods Danmark.
Tú gerst limur í Aros Management Club
Sum luttakari í Aros Mini MBA fært tú ein eksklusivan limaskap í Aros Management Club, har tú aftan á útbúgvingina fært dagføringar um evni í tíðini.
Tú fært ókeypis atgongd til fyrilestrar og masterclasses í Danmark við serfrøðingum og leiðarum úr vinnulívinum. Tú fært innbjóðing til eksklusiv leiðslutiltøk við javnlíkum. Og tú fært ríkan møguleika at netverka við hinar limirnar.
Steen Hildebrandt kenna nógv í Føroyum. Hann hevur verið her fleiri ferðir og hildið skeið og fyrilestrar. Hann er professor emeritus við Aarhus Universitet, adjungteraður professari í leiðslu á CBS – Copenhagen Business School, og adjungeraður professari í leiðslu við Aalborg Universitet.
Steen Hildebrandt hevur skrivað fleiri enn 20 róstar bøkur um leiðslu og verður sæddur sum eitt tað størsta navnið í Danmark innan leiðslu.
Saman við Brandi eigur hann ráðgevarafyritøkuna Hildebrandt og Brandi. Í fyritøkuni arbeiða 35 konsulentar, sum ráðgeva topleiðarum í Danmark.
Steen Hilderbrandt verður við á útbúgvingini online tann fyrsta dagin. Hann innleiðir útbúgvingina.
Henrik ØrholstLeiðsluráðgevi og eskternur lektari á CBSLes meira
Henrik Ørholst
Henrik Ørholst er senior leiðsluráðgevi hjá Hildebrandt og Brandi. Hann er vinnuviðmerkjari á TV2, eksternur lektari á CBS – Copenhagen Business School – og bókaummælari á Børsen. Henrik hevur fyrr arbeitt sum leiðari á PFA Pensión og hevur verið í nevndini í einari røð av fyritøkum.
Síðani 1995 hevur Claus Fadum Nissen arbeitt við at hjálpa fyritøkum í Evropa og Norðuramerika til at nøkta tørvin hjá kundanum og til at tjena pengar. Tað hevur hann gjørt frá tveimum síðum av borðinum.
Fyrsti partur av hansara karrieru hevur hann arbeitt sum leiðari í førandi donskum fyritøkum, eitt nú FLSmidth og LEGO og sum nevndarlimur í eitt nú Unicon Beton og Nyborg Plast.
Annar partur av hansara karrieru – síðani 2005 – hevur hann arbeitt sum management konsulentur hjá PA Consulting, KPMG og Cognizant í Keypmannahavn og New York.
Claus hevur fokus á design og transformatión av processum, organisatiónum og modellum í einari røð av ymiskum vinnugreinum, eitt nú innan tað almenna, flutning, energi, advokat- og heiluvágsfyritøkur.
Mie Krog er royndur undirvísari. Dagliga arbeiðir hon sum stjóri í konsulentfyritøkuni VimaVima. Harafturat hevur hon nevndarsessir í Flügger, Plantorama og Altan.dk. Hon hevur fyrr arbeitt sum leiðari hjá Jysk, LEGO, Idémøblum, Bilka og KiMs.
Hennara nógvu royndir hava givið henni eina breiða vitan innan leiðslu og hon er ein meistari í at deila sína vitan í hennara livandi undirvísingarformi.
Joachim Steenstrup hevur havt leiðarastørv innan bankaheimin og innan orku. Hann hevur nógvar praktiskar royndir innan broytingarleiðslu og samskifti um broytingar. Í sínari yrkisleið, hevur hann arbeitt við broytingarleiðslu í altjóða og samansettum arbeiðsplássum.
Joachim Steenstrup er útbúgvin Executive Master í fyritøkusamskifti og hevur harafturat eina leiðaraútbúgving frá INSEAD. Harumframt hevur hann útbúgving innan journalistik.
Bent hevur áralangar royndir sum partnari í PwC og hevur ráðgivið donskum og internationalum fyritøkum innan váðastýring, umskipanir og endurfígging. Bent arbeiðir harafturat sum eksternur lektari á CBS í fígging. Hann hevur í hesum sambandi móttikið prísin, sum ársins undirvísari, fyri at vera ein serstakliga góður miðlari.
Annette SpanggaardStjóri fyri almenn viðurskifti, samskifti og CSR hjá Coca-ColaLes meira
Annette Spanggaard
Annette Spanggaard er stjóri fyri almenn viðurskifti, samskifti og CSR hjá Coca-Cola
Áður hevur hon m.a. starvast sum samskiftisábyrgdari hjá Dansk Flygtningehjælp og Mondelez.
Hon hevur verið sjálvstøðug samskiftis- og PR-ráðgevi í egnum felag, sum nú er ein partur av Geelmuyden Kiese og globala Ketchum. Sum sjálvstøðugur ráðgevi, hevur hon arbeitt fyri stórar fyritøkur. Eitt nú Carlsberg, Pandora, ECCO, Rosendahl Design Group, Montana v.fl.
Eitt tíðarskeið arbeiddi hon fyri DR, har hon var stuðul hjá Kim Bildsøe, tá hann var uttanríkiskorrespondentur í London.
Annette er útbúgvin civilverkfrøðingur á Handilsháskúlanum í Aarhus. Harumframt er hon útbúgvin journalistur á The London School of Journalism. Harumframt hevur hon eina útbúgving innan burðardygd.
Málbólkur
Leiðsluútbúgvingin Aros Mini MBA er fyri teg, sum vil taka næsta stigið á yrkisleiðini! Tú ert ein teirra, ið hyggja frameftir og hugsa proaktivt. Tú hevur eitt drive, og tú hevur ambitiónir – tína vegna, og vegna arbeiðsplássið og starvsfelagarnar!
Aros Mini MBA er 100 % sniðgivin til tín, sum vil vera ein betri leiðari – ella ætlar at vera leiðari í framtíðini. Men hon er líka nógv sniðgivin til tín, sum bara brennur fyri at gerast klókari – og fyri at fáa prógv upp á førleikar tínar!
Tíðarnýtsla
Her er eitt yvirlit yvir, hvussu nógva tíð, tú skal rokna við at brúka >>
6 undirvísingardagar yvir ½ ár
Lesa 6 bøkur/tilfar á 2-300 síður
Loysa eina minni uppgávu aftaná hvønn undirvísingardag. Tekur millum 1-3 tímar at loysa hvørja uppgávu.
Hittast í bólki millum hvønn undirvísingardag.
Próvtøka, sum er í 2 pørtum. Valfrítt. #1: Multiple choice uppgáva, sum skal loysast uppá 20 min. Tú fært eina leinkju sendandi og svarar heimanífrá. #2: Skriftlig uppgáva á 5-6 síður. Tú fært hana sendandi umvegis teldupost og fært 3 vikur til hana.
Hevur tú verið til próvtøku, fær tú próvtøkuváttan við próvtal. Velur tú ikki at fara til próvtøku, fært tú eina luttøkuváttan.
Áðrenn fyrsta modul byrjar, skalt tú heinta tilfar uppi hjá Synergi.
Kalendari | Nær er undirvísing?
Her er eitt yvirlit yvir, nær tú skalt møta til undirvísing.
Modul 1 | 16. oktober 2023 | 08-17 Steen Hildebrandt innleiður (online) + Henrik Ørholst
Modul 2 | 27. november 2023 | 9-17 Claus Fadum
Modul 3 | 06. november 2023 | 9-17 Mie Krogh
Modul 4 | 13. desember 2023 | 9-17 Joachim Steenstrup
Modul 5 | 8. januar 2024 | 9-17 Bent Jørgensen
Modul 6 | 5. februar 2024 | 9-17 Annette Spanggaard
Próvtøka | Uppgávan avleverast 26. februar 2024 Próvtøkan er í 2 pørtum. Valfrí. #1: Multiple choice uppgáva, sum skal loysast uppá 20 min. Tú fært eina leinkju sendandi og svarar heimanífrá. #2: Skriftlig uppgáva á 5-6 síður. Tú fært hana sendandi umvegis teldupost og fært 3 vikur til hana.
G.G. Modul 3 kemur áðrenn Modul 2.
Klokkan Allir dagarnir er undirvísing frá kl. 09.00-17.00. Tó møta vit fyrsta dagin kl. 08.00!
Undirvísingin gongur fyri seg hjá Synergi, Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, um ikki annað er upplýst.
Legg til merkis, at umframt hesar uppmøtingartíðir, so koma tit sjálvi at leggja til rættis, nær tit hittast í lestrarbólkunum, sum eru ein týdningarmikil partur av MiniMBA’ini.
Spurningar?
Ring 322355
Íroknað kostnaðin
Íroknað kostnaðin >>
Undirvísing við royndum undirvísarum
Undirvísingartilfar, eitt nú bøkur og ymisk kompendie (verður heinta hjá Synergi)
Limaskapur i Aros Management Club
Góður matur á øllum skeiðunum
Góður morgunmatur kl. 10.00
Miðmáli
Seinnapartskaffi við heimagjørdari dessert
Kaffi/te, frukt og vatn er tøkt allan dagin
Møguleiki fyri at læna hølir frá Synergi til lestrarbólkarnar
Hvat er ein Mini MBA leiðsluútbúgving?
Ein Mini MBA gevur tær møguleika at víðka sjónarringin sum leiðari, við at fáa eina innleiðslu í siðbundnu MBA-greinirnar.
Ein Mini MBA er ikki eitt vart heiti. Tú fært ikki ECTS av at luttaka, men tú mennir teg nógv sum leiðari og sum menniskja.
#1: Multiple choice uppgáva, sum skal loysast uppá 20 min. Tú fært eina leinkju og svarar heimanífrá. #2: Skriftlig uppgáva á 5-6 síður, ið tú fært 3 vikur at loysa. 3 vikur aftaná seinasta undirvísingardag.
Øll fáa eina luttøkuváttan, men hevur tú verið til próvtøku, fær tú prógv við próvtal.
Mini MBA'in hevur verið eyðmerkt av seriøsiteti og tað hevur verið ein fragd at møta so dedikeraðum undirvísarum, sum samstundis hava so stórar royndir frá fyritøkum.
– Kenneth Green , Boehringer Ingelheim Danmark A/S
Besta útbúgving eg havi tikið, gjøgnum mína karrieru.
– Jesper Bjørn Andersen, B8 | Work Smarter
Sera góð amboð - fantastiskir undirvísarar, við einum ordiliga høgum fakligum niveau. Super, at tað alla tíðina verður víst til okkara dagliga arbeiði.
– Stig Holt Petersen , JKF Industri A/S
Eg havi fingið júst tað eg ynskti mær. Eg eri blivin inspirerað sum leiðari og havi havt nógvar reflektiónir á leiðini. Royni eisini longu at gera nøkur ting øðrvísi. Hetta hevur verið ein góður máti, at verða settur inn í ymiskar teori'ir, modellir og amboð. Og at fáa royndar undirvísarar til at greiða frá teirra praktiskum royndum. Eg var glað fyri, at eg kendi nógv aftur frá mínum dagligdegi - men eg fekk bestemt nógva nýggja vitan.
– Birgit Madsen, Gjensidige Forsikring
Eg havi verið ordiliga "høg" í tilgongdini - tað er fantastiskt at blíva dagførd og lesa nýggjasta faglitteratur og kunna samanbera hann við mínar egnu royndir, sum eg ikki hevði so nógvar av, tá eg las í mínum ungu døgum. Havi verið sera glað fyri tilgongdina.
– Helle Juel, Danespo A/S
Høgt fakligt støðið og góðir og inspirerandi undirvísarar. Eg havi altíð glett meg til at eg skuldi til undirvísing.
– Annette Johannesson, Estée Lauder Cosmetics A/S
Tað var ordiliga gott, at tað var praktiskt og at tað var okkara dagligdagur og okkara royndir, sum vóru brúktar í undirvísingini. Virkuliga dugnaligir, royndir og inspirerandi undirvísarar.
– Rikke Elberg Glashoff , RS Components A/S
Eg upplivdi at útbúgvingin var sera professionel og sera góðir undirvísarar. Eg seti stóran prís uppá, at merkja menniskjuni eg standi yvirfyri. Eg havi merkt allar undirvísararnar. Líka frá Steen, sum bjóðaði vælkomin og Krestin, sum rundaði av í endanum.
– Helle Lykke Hansen, DAN-Palletiser A/S
Tað, at vit vóru knýtt at lestrarbólkum var virkuliga gott. Arbeiði í lestrarbólkunum, hevur kanska tvífalda mín vinning av útbúgvingini.
– Jacob Christiansen, Orkla Foods Danmark
Frálíkir undirvísarar, fakliga superskarpir, sum hava góða "føling" við luttakararunum. Virkuliga professionelt!
– Klaus Enevoldsen, Freelance Project Manager
Eg eri hugtikin! Tað hevur verið ein heilt serlig ferð hjá mær, tað síðsta hálva árið. Ein áhugaverd kombinatión av fakiligheit og persónligari menning. Takk til øll, fyri eina fantasiska læruríka hugvekjandi uppliving.
– Morten Riis , Fonden Universe Sciencepark
Sera gott pensum, góðir undirvísarar og fjølbroytt innihald. Hetta kunnu tit bestemt verða stolt av!
– Nina Møller, PFA Pension
Aros Business Academy hevur eitt høgt professionelt fakligt niveau og tí viðmæli eg fegin útbúgvingina til øll!
– Mirjana Selisek , Beskæftigelsesministeriet
Eg fekk fullkomuliga tað, sum eg hevði væntað. Eg havi fingið nýggja vitan og nýggj amboð. Gongdin hevur verið smidlig og viðkomandi. Havi longu viðmælt útbúgvingina til onnur.
– Magnus Vagtborg, United Tax Network ApS
Eg vil heilt sikkurt viðmæla MiniMBA til onnur. Eg havi fingið nógv burturúr útbúgvingini.
– Judith Korsgaard Morell, Lego Systems A/S
Eg eri virkuliga vælnøgdur við tað, sum eg havi fingið burturúr!
– Johnny Kampman, Eurowrap A/S
Sera spennandi við virkuliga kompetentum undirvísarum. Fekk eitt gott netverk, hóast vit høvdu sera ymiska bakgrund, vitan og fokusøkir í okkara dagliga lívið. Eg havi glett meg til undirvísingardagarnar og fari at sakna teir. Takk fyri 6 áhugaverdir mánaðir.
Takk fyri eina fantastiska til gongd. Eg havi veruliga ment meg. Super professionel útbúgving. Dugnaligir undirvísarar við royndum frá veruliga lívinum. Tit hava eitt super produkt!
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!