Loading Events
Skeið 2. mars 2020

Microsoft Teams í Office 365 – fá eina góða byrjan

2. mars 2020
09:00 - 16:30
Tilmeldingarfreist
18. februar 2020, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
Onki pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
3680 u/MVG
Kostnaður

Kom og lær at brúka Teams, sum samskiftisamboð


Hví eiga vit at umhugsa at brúka Microsoft Teams?

Microsoft Teams er eitt lutfalsliga nýtt forrit hjá Microsoft, sum longu er nógv brúkt á fyritøkum og stovnum. Teams lættir nógv um og lýkur í nógv størri mun okkara tørv til samskifti, enn eitt nú Outlook.

Ein av grundunum er, at arbeiðslag okkara er nógv broytt og at Outlook ikki í nóg stóran mun, lýkur tey krøv, vit seta til eitt nú innanhýsis samstarv. Fyri ein nevna eitt dømi, so hava nógv trupulleikar av, at samstarva um ymisk skjøl, tí vit senda skjølini og rættingar aftur og fram við Outlook. Tað er lætt at missa tamarhaldið og skil á, hvat tað nýggjasta uppleggið er. Teams loysir hendan trupulleika.

Fyrr arbeiddu vit ofta einsamøll. Í dag arbeiða vit nógv oftari í verkætlanarbólkum (toymum), og sama starvsfólk kann ofta vera limur í fleiri toymum. Toymislimir eru meira flytførir, og tað kemur oftari og oftari fyri, at tú samstarvar við fólk, sum sita í øðrum bygningum, býi ella kanska enntá landi. Við Teams, er líka mikið hvar tú situr og arbeiðir. Tú hevur atgongd til alt samskiftið, allastaðnis frá. Bæði skjøl, samrøður, kjatt osfr.

 

Kom og set teg inn í, hvussu Teams virkar, áðrenn tit fara í gongd!

Serfrøðingar siga, at áðrenn tú fert í holt við at brúka Teams, er tað týdningarmikið, at tú setir teg inn í, hvussu Teams virkar, og hvussu tað virkar saman við Office 365. Tí so kunnu tit at fáa sera góða nyttu úr Teams.

 

Og tað er júst tað hetta skeiðið bjóðar >>

Eitt yvirblikk yvir,
hvussu Teams virkar
og hvussu tit skulu byrja!

Details

Date:
mars 2
Time:
09:00 - 16:30
Event Categories:
, ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.