Loading Events
Skeið 27. aug. - 2. sept. 2020

Lær at greina data við MS Power BI

27. aug. - 2. sept. 2020
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
6. august 2020, 12:00
10 luttakarar
6 pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
24025 u/Mvg
Kostnaður
Melda til

Kom og lær alt um, hvussu tú greinar data við Power BI


Tak stikkið úr og kom við á 5 læruríkir dagar!

Power BI er eitt tól hjá Microsoft, til at analysera data og til datavisualisering.

Tað er IN! Og tað er ikki uttan grund.

Aftaná skeiðið, fert tú at lyfta tína fatan av tínum data upp á heilt nýggjar hæddir. Tú fert at skilja samanhangirnar nógv betur.

Summi siga, at við Power BI, er tað sum at sita við sínum data í lógvanum og síggja tey í trimum dimensiónum.

 

Á hesum skeiðnum, læra vit Power BI frá grundini!

Teir fyrstu 2 dagarnir ganga við, at fáa alt tað grundleggjandi uppá pláss, soleiðis at tú fært vitan og praktiskar royndir við Power BI Desktop. Alt sum skal til, fyri at kunna framleiða einfaldar visualiseringsrapportir.

Næstu 3 dagarnir, fara vit at fáa gjølla fatan av, hvussu tú kanst framleiða datagreiningar við Power BI Desktop við visualiseringum. Harafturat fært tú innlit í publisering, hvussu tú stýrir atgongd og dagførir Power BI Service.

 

Um skeiðið >>

Á skeiðinum lærir tú at gera aktuellar rapportir, sum kunnu deilast á øllum eindum, eitt nú teldum, snildtelefonum, teldlum vm.

Við Power BI kanst tú gera tabellir, diagrammir og samla alt í einari frágreiðing. Harafturat kanst tú menna tíni egnu dashboards, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast, fyri at gevat tað skjóta yvirblikkið.

Alt hetta kann gerast, uttan at tú ert útbúgving innan KT. Ja, tú kanst faktiskt koma í gongd, uttan at skula koda eina einastu reglu!

Ein av teimum stóru fyrimunum við Power BI, er at visualiseringarnar eru interaktivar og kunnu brúkast til at filterera tey data, sum verða víst í øðrum visualiseringum.

Á skeiðinum, vísa vit tær, hvussu tú bindir Power BI saman við einari røð av datakeldum, so tú kanst fara direkta heim og arbeiða víðari við tínum egnu data.

 

Harafturat lærir tú >>

Harafturat lærir tú, hvussu tú kanst savna data frá nógvum ymiskum keldum, sum eitt nú SQL Server, Excel og Web og út frá hesum upplýsingum menna visualiseringar og interaktiónir.

Tú lærir at gera rapportir, dashboards, sum seinni kunnu deilast og opnast direkta í einum browsara ella í Power BI appini.

 

Aftaná skeiðið, hevur tú møguleika til eitt nú at >>

  • Útføra transformatiónir av data við Power BI
  • Lýsa moddeleringar við Power BI
  • Menna visualiseringer við Power BI
  • Implementera Power BI service
  • Samantvinna data frá Excel
  • Lýsa hvussu tú kanst samstarva við Power BI Data
  • Samantvinna til eina røð av ymiskum datakeldum

 

Tað er ein fyrimunur – men ikki eitt krav – at tú dugur tað grundleggjandi í SQL programmering. Tað er serliga seinni parturin av skeiðinum, sum tað er ein fyrimunur.

 

Tak skeiðið í Føroyum >>
Tað kann loysa seg.

Vit gera hetta skeið í samstarvið við SuperUsers.
Ístaðin fyri at fara av landinum at taka skeiðið, kanst tú spara bæði tíð og pengar, við at taka tað í Føroyum. Tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð, hotel, ferðadagar osfr.!

Her er talan um hesi skeið hjá SuperUsers, sum vit hava lagt saman til eitt skeið. Skeiðnr. SU-777 og MS-778

 

Details

Start:
august 27 @ 09:00
End:
september 2 @ 16:00
Cost:
DKK24025
Event Categories:
, , ,

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Útbúgving í PowerBI
DKK 24.025,00
6 available