Loading Events
Skeið 11. juni 2020

Men tú sært ikki sjúk/ur út

11. juni 2020
18:00 - 20:30
Tilmeldingarfreist
26. mai 2020, 12:00
Tróndargøta 52
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
360 u/MVG
Kostnaður
Melda til

“Tú dugur sera væl at seta orð á tað, sum sum øgiliga nógv fólk ganga ígjøgnum hvønn tann einasta dag. Sorgin er har, ja, heilt sikkurt, men knappliga følir tú, at tú ert ikki einsamallur.” 


Lívið bleiv ikki júst, sum eg hevði rokna við. Hvat nú?

Hevur tú eina kroniska sjúku ella livir tú við dagligari pínu? 

So er hetta temakvøld fyri teg.

 

Kom við til ein erligan fyrilestur, sum fer at geva tær íblástur til, at fáa tað besta burturúr tínum lívið, hóast tú hevur kroniska pínu ella sjúku.

Christina David, ið er fyrilestrarhaldari hetta kvøldið, fer at siga frá sínari søgu, um eitt nú, hvussu hon hevur megnað, at fingið eitt gott lív, hóast hon er kronisk sjúk og altíð hevur pínu.

 

Vit fara at hoyra um >>

  • Sorg
  • Aksept
  • At missa
  • Samrøður við avvarðandi
  • At vera sárbar/ur
  • Ótta
  • Vónir
  • Einsemi
  • Isolatión
  • vm.

 

Christina fer at koma við ítøkiligum amboðum til, hvussu tú kanst liva við kroniskari pínu. Tú fert at fáa íblástur til, at seta realistisk mál fyri lívið.

 

Tak avvarðandi við!

Tað er ikki bara tann sjúki, sum má liva við broyttum lívsumstøðum. Eisini tey, sum tú hevur rundan um teg, mugu fyrihalda seg til støðuna.

Tí hevur Christina ein avvarðandi við, sum vil greiða frá, hvussu tey finna javnvágina. Hon viðmælir, at tú eisini hevur ein avvarðandi við til fyrilesturin, so hesi kunnu læra meiri um, hvussu tú sum kronikari, hevur avmarkaðar lívsumstøður og hvørjir tankar tú berjist við.

Tað er tíverri ikki ókeypis fyri avvarandi, at koma við til fyrilesturin, men vit kunnu bjóða henni/honum 100 kr. í avsláttur, um tit teknað tykkum samstundis. Eru tit 2 sum teknað tykkum samstundis, kunnu tit brúka avsláttarkoduna niðanfyri. So trekkja vit 100 kr. + mvg. av upphæddini.

Avsláttarkoda: AV2

 


Luttakarar siga >>

“Av hjartanum takki eg fyri ein fantastiska inspirerandi fyrilestur. Eg smílti, flenti og græt og fyrilesturin setti eisini tankarnir í gongd. Og eg havi heilt víst fingið amboð, um eg fari at fáa nyttu av. So hjartans takk.”

“Hetta er tann besti fyrilesturin eg havi verið til – ever! Eg sat við tárum í eygunum og eina løtu seinni við einum smíli. Tú rørdi meg SO NÓGV og tú vart barasta so erlig.”

“Um eg ikki hevði hoyrt teg, beint tá tað gekk upp fyri mær, at hetta er komið fyri at vera, so veit eg ikki, hvar eg hevði verið í mínum lívið í dag. Tíni orð eru sum tikin frá mær. Eg sigi tær túsund takk, fyri at deila tína søgu og lív við okkum, fyri meg hevur tað sera nógv at siga.”


Kom og hoyr hvussu Christina David, hevur valt at tackla lívið?
Hvussu hevur hon accepterað síni nýggju lívskor?

 

Kom við til ein fyrilestur, sum við gevur tær mót uppá, at liva við pínuni, ístaðin fyri at lata pínuna liva títt lív.

 

OBS! Theodor Høgagard, yvirlækni, fer eisini at hava eitt upplegg!

Theodor Høgagard er yvirlækni á Pínuklinikkini á Suðuroyar Sjúkrahús. Á pínuklinikkini bjóða tey eitt samlað tvørfakligt viðgerðartilboð, har tey tillaga eina tilgongd, við støði í støðuni hjá sjúklinginum. Theodor fer at greiða frá, hvørji tilboð tey hava á klinikkini. Kom og hoyr, hvørjar møguleikar tú hevur fyri hjálp, um tú stríðist við kroniskari pínu.

 


“Tú gevur troyst, stuðul og sigur frá, hvussu tú sjálv klárar tína pínu og títt lív. Tað hjálpir nógvum og tað hjálpir mær øgiliga nógv. Tá tú knappliga stendur í tínari lívs kreppu og sær alt hitt halda fram, sum um einki er hent, tá eru tíni orð gull verd.”


Details

Date:
juni 11
Time:
18:00 - 20:30
Cost:
DKK360
Event Category:

Venue

Finsen
Tróndargøta 52
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Temakvøld um at liva við kroniskari sjúku/pínu
LEGG TIL MERKIS! Um tú tekur avvarðandi við og tit bíleggja 2 pláss samstundis, fáa tit 100 kr. + mvg. (íalt 125 kr.) í avsláttur. Nýt avsláttarkoduna: AV2, so fer avslátturin av sjálvvirkandi.
DKK 360,00
159 available